06.02.2026

Spennandi starv sum deildarleiðari á Giljagarði

Nánd sóknast eftir deildarleiðara til eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík. Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk við ymiskum og samansettum tørvum. Starvsfólkahópurin fatar um sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, reingerðarfólk, umframt tætt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sum vitja á heiminum regluliga. Útyvir vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar gerandisdagar um vikuna.

Brennir tú fyri at skapa tryggar karmar fyri bæði búfólk og starvsfólk, so ert tú kanska okkara nýggi deildarleiðari.

Um starvið
Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú hevur dagligu leiðsluna av heiminum og gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini.

Sum deildarleiðari verður tú ein partur av leiðslubólkinum og upptøkunevndini hjá Nánd.

Førleikakrøv

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgving innan leiðslu og/ella fakliga vitan um eldri og at eldast.

Vit vænta, at tú

  • megnar at tryggja kontinuitet og støðufesti á sambýlinum
  • ert savnandi og hevur evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir
  • stuðlar undir læring hjá starvsfólkunum
  • stuðlar undir etiskt umhugsni hjá starvsfólkunum
  • kanst tryggja góða heilsufakliga skjalfesting
  • kanst ganga á odda í eini endurmennandi tilgongd

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu
  • ein mennandi gerandisdag
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
  • ein lærandi stovn við regluligum undirvísingum og skeiðum
  • gott samstarv í leiðslubólkinum

Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. apríl 2026 ella eftir avtalu. Starvið er fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið og FMR/KAF.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23.02.2026 kl. 12.

Meiri kunning um Nánd her