10.03.2023

Skráseting av oljutangum í Fuglafjarðar kommunu.

Sambært kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum, sum hevur heimild í umhvørvisverndarlógini, er neyðugt at fáa skrásett allar oljutangarnar í kommununi við atliti til slag, stødd, aldur, og um tangin er inni - ella útitangi.

Fuglafjarðar kommuna hevur staðfest oljulekar á fjørðinum. Kanningin hjá kommununi hevur staðfest, at oljulekarnir stava bæði frá virkjum, húsarhaldum og skipum. Tí hevur Fuglafjarðar kommuna fylgt hesum málinum upp við hesum kunningarskrivi.

Kommunan arbeiðir við at fáa oyramerkt allar oljutangar í kommununi, og tekna teir á innanhýsis talgilda kort kommununar.

Fyri at lætta um hetta arbeiðið, hevur kommunan lagt eitt skrásetingarskjal út á heimasíðuna, har heitt verður á borgarar um at skráseta oljutangan. Skjalið kann fyllast út á heimasíðuni, ella kann tað verða útflýggjað á kommunuskrivstovuni.

Teir tangar, sum ikki verða skrásettir við hesum átaki, koma at verða skrásettir við, at umboð fyri kommununa setir seg í sambandi við eigaran av matriklinum.

 Víst verður til leinkju um kunngerð um oljutangar (Her )

 Til ber at skráseta verandi/nýggjan tanga Her

Til ber at avmelda oljutanga Her 

Um ivi er hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Mortan Joensen á tlf nr.  238020.