02.03.2026

Røktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá

Røktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur er tríggjar dagar um vikuna, umframt koma terapeutar regluliga á Gøtubrá.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.

Talan er um tvey størv á ovaru hæddini

  • Eitt starv á 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir og annað hvørt vikiskifti at byrja 1. apríl 2026.
  • Eitt starv á 32 tímar um vikuna, kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. apríl 2026

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Arbeiðsuppgávurnar verða tillagar sambært útbúgving og førleika.

Um eingin við útbúgving innan røkt søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin í tíðaravmarkað starv.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.03.2026.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her