31.08.2022

Rennidagur í Fuglafjarðar skúla, hósdagin 1. september 2022

So er aftur tíð at finna renniskógvarnar fram!

Hósdagin 1. september verður árligi rennidagurin í Fuglafjarðar skúla.

Allir næmingar møta til morgunsang í miðhøllini kl. 08.00.

10. flokkur skipar fyri upphiting í skúlagarðinum, áðrenn farið verður at renna.

Tá næmingarnir eru lidnir at renna, fáa tey sunkist og okkurt søtt undir góman.

Dagurin endar kl. 11.55, tá bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum.

Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.