Nú síðani heyfrítíðina eru ein rúgva av skeiðum farin í gongd hjá okkum. Onkur eru proppfull, nøkur, td. prutlskeiðið, koyra fulldrøn, onnur hava enn pláss eftir og nøkur fara at byrja komandi dagarnar. Kannið endiliga, og setið tykkum í samband við lærararnar, um tit kundu hugsa tykkum at luttiki.
Øll hesi skeiðini niðanfyri byrja í november og hava pláss eftir:
- Lær at telva saman við stórmeistaranum Helga Dam Ziska. fyri vaksin og vaksin & børn.
- Smíðja ein føroyskan borðabát saman við bátasmiðjinum Sonnie Rasmussen
- Trummur
- Gittar
- Modelbátasmíð
Lesið meira og alla kvøldskúlaskránna her: