27.02.2024

Millum makligheit, makt og mammon 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Vit hátíðarhalda aftur altjóða kvinnudagin 8. mars í Fuglafirði.

Eins og onnur ár hjúkla vit fyri eygum, oyrum og smakki, tí alt húsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving

Kl. 18 lata Vínkúllarnir upp í kaféini í Mentanarhúsinum, har ein framsýning hongur uppi í gongini. Byrja vikuskiftið tíðliga við leskiligum mati og drekka t.d. saman við góðum vinkonum

Skráin er sum vant spennandi og fjølbroytt við tónleiki og skemti, framløgum, prátum og kjakum, eins og ressandi inn- og útspørkum, um aktuell evni har vit hyggja at nútíðini og inn í framtíðina.

Bussur koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðnis á vegnum.