Minnismerki, “Karyatida”, avdúkað í Fuglafirði 17. desembur 2023
Eftir løtuna helt hátíðarhaldið fram í Mentanarhúsinum, har Muntra borðreiddi við einum góðum drekkamunni. Siloakórið og Fuglafjarðar Sangkór sungu nøkur løg og Beinta Ingeborg Greve sang eitt brot úr kantatuni hjá Sólrun Michelsen og Knúti Olsen, sum nemur við evnið. Signar á Brúnni, sum misti mammu sína í barsilssong, hugleiddi, og Rigmor R. Dam, sum tá enn arbeiddi við bókini "Tær góvu lív", bar fram røðu.
Hugskotið til Minnismerkið, sum nú ber heitið "Karyatida", birtist Allahalgannadag í 2018 sum ein undran um, at vit ikki eisini minnast tær, sum lótu lív, tá tær góvu lív. Við minnismerkinum hava vit nú eitt stað, har vit æra og minnast tær kvinnurnar í Føroyum og um allan heim, sum fingu hesa vanlagnu.
Stigtakarnir, sóknarprestur Anne Mette Greve Klemensen, mentanarsamskipari Brynhild Næs Petersen og ljósmóðir Poulina Abrahamsen, hava fingið fíggingina til vega til 5 metur høga listaverkið, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur latið úr hondum.
Minnismerkið er reist í Miðstaðarlundini mitt í Fuglafirði, har børn og vaksin njóta fríløtur alt árið. Hetta er helst fyrsta minnismerki fyri kvinnur deyðar í barsilssong í heiminum. Við hesi staðseting, verður minnið um tær æra mitt í tí lívinum, sum teimum ikki untust at gerast partur av.
Verið vælkomin at vitja Karyatidu
Stigtakararnar og Fuglafjarðar kommuna
15.12.2022
Sáttmáli undirskrivaður um standmynd til minnis um kvinnur deyðar í barsilssong
Mikudagin 14. desember, varð sáttmáli undirskrivaður millum áhugabólkin fyri Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong v/ Anne Mette Greve Klementsen, Brynhild Næs Petersen og Poulinu Abrahamsen og Guðrið Poulsen, listafólk og Fuglafjarðar kommunu.
Hugskotið til minnismerkið spratt á Allahalgannadegi í 2018.. Á vári 2020 varð uppgávan boðin út, og var tað leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum fekk høvi at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.
Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.
Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:
”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul.
Eftir rættiliga drúgt fyrireikandi arbeiði, er nú greitt, at 5 metur høga súlan verður gjørd úr leiri, sum verður brend á Tommerup Keramiske Værksted á Fyn í Danmark. Samlaða kostnaðarmetingin er 1,5 milliónir krónur umframt kostna fyri lendisarbeiðið.
Standmyndin væntast liðugt uppsett á heystið 2023.
Tey ið ynskja at stuðla minnismerkinum kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa 9865 - 3070306, ið er stovnað til endamálið.
---
5. mars 2020
Minnismerki - Guðrið Poulsen fer at gera minnismerkið
(Tíðindaskriv frá stigtakarunum 12. desember 2020)
Vit fegnast um at avdúka, at tað verður Guðrið Poulsen, sum kemur at gera minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.
Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.
Hugskotið til minnismerkið spratt á Allahalgannadegi í 2018, og síðani fóru fyrireikingarnar í gongd. Tíðliga í vár varð uppgávan boðin út, og nú fegnast vit tríggjar, sum hava tikið stigið til hetta, saman við umboðum fyri LISA og Fuglafjarðar kommunu um at avdúka, at tað verður leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum nú fer at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.
Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:
”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.”
Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarliga vælvild við góðum triðingi av teimum 700.000 krónunum, sum standmyndin fer at kosta. Eisini hevur kommunan peika á eitt øki í Miðstaðarlundini til endamálið. Miðstaðarlundin hýsir frammanundan felagsítriv, so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er júst, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.
Tey ið ynskja at stuðla minnismerkinum kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa 9865 - 3070306, ið er stovnað til endamálið.
Vit ynskja Guðrið Poulsen góða eydnu við arbeiðinum.
Vegna stigtakararnar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.
Stuðla minnismerkinum:
Open Call - Minnismerki Fuglafjørður FO summar 2020
Open Call - Mindesmærke Fuglafjørður DK sommer 2020
Open Call - Monument in remembrance Fuglafjørður UK Summer 2020
OPEN CALL
Minnismerki yvir kvinnur deyðar í barsilssong
Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.
Tað eru nógvir minnisvarðar í Føroyum, men ongir av teimum eru til minnis um kvinnurnar, sum lótu lív fyri komandi ættarlið.
Tríggjar kvinnur í Fuglafirði hava tikið stig til at geva hesum søgum eitt jarðfast og sjónligt minni, og Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarligan vælvild og somuleiðis givið tiltakinum eitt grønt øki í miðbýnum at ráða yvir til endamálið. Økið hýsir frammanundan felagsítriv so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.
TAÐ PRAKTISKA
Yvirlitsmynd við uppmerking av økinum, sum kommunan hevur veitt tiltakinum, er innsett her niðanfyri. Viðmerkjast skal, at tillagingar í mun til staðseting kunnu verða gjørdar, og harafturat at fyrireikingararbeiðið at búgva økið til verður gjørt í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu.
Við hesum bjóða vit norðurlendskum listarfólkum hesa uppgávu og vænta at kunna fíggja ætlanina við í mesta lagi 700.000 Dkk.
Tíðarfreistin at lata uppskot inn er: 1. oktober 2020
Aftursvar: 20. oktober 2020
Væntanti verður listarverkið liðugt: 1. sept 2021
Stað: Miðstaðarlundin í Fuglafirði
Uppskotið skal fevna um:
- lýsing av minnismerkinum
- skitsumynd ella upprit av uppskotinum
- fíggjarætlan
- frásøgn av listarfólki ella listarfólkatoymi
Verður innsent í Word, PDF, jpg ella Powerpoint.
Listafólkið er frítt stillað viðvíkjandi vali av tilfari og úttrykki, somuleiðis sum nevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja ella ikki at velja millum innkomnu uppskotini.
Uppskotið skal sendast til minnismerki@fuglafjordur.fo
Ætlanin er vorðin til í samstarvi við LISA – føroyska listarfólkaráðið, og serkøn eru við til at velja millum innkomnu uppskotini. Nevndin er soleiðis samansett: Eitt umboð frá Fuglafjarðar kommunu, eitt umboð frá stigtakarunum og einum umboði frá LISA.
Stigtakarar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.
SAMBAND
T-postur minnismerki@fuglafjordur.fo
Bústaður Ennivegur 15, FO-530 Fuglafjørður, Færøerne
Telefon 211311