Sum áður kunngjørt, so verður valið til fólkatingið og løgtingið fyri borgarar á Kambsdali og í Fuglafirði, hesaferð flutt til ítróttarhøllini í Fuglafjarðar skúla. Orsøkin er, at Mentanarhúsið er upptikið av afturvendandi skúlasangleikunum, hetta tíðarkseiðið.
Viðfest er kort, sum vísir parkerings- og atkomumøguleikar hjá ávikavist teimum, sum koma til gongu og teimum, sum eru illa gongd.
Heitt verður á veljarar um, at fylgja ávísingunum á kortinum.
Fuglafjarðar kommuna
