Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni á Ennivegi 38 frá 5. oktober til 16. oktober 2020 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00-15.00.
Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt verður.
Fuglafjørður, tann 30. september 2020
Fuglafjarðar kommuna
Terji á Lakjuni, formaður í kommunuvalnevndini og
Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri