Til veljarar til løgtingsvalið hósdagin 26. mars 2026 í Fuglafjarðar kommunu.
Vísandi til at løgtingsval er útskrivað 25 februar 2026 so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram hósdagin 26. mars 2026:
- Fyri Fuglafjørð og Kambsdal í ítróttarhøllini í fólkaskúlanum, Mirmansvegur 52 í Fuglafirði (inngongdin ímóti Skarðsá)
- Fyri Hellurnar í Bønhúsinum á Hellunum, Rættarvegur 25.
Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til hósdag millum kl. 10.00 og 15.00, fríggadag millum kl. 10.00 og 12.00 til og við mikudagin 25. mars 2026. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mikudagin 25. mars 2026, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 18.00.
Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.
Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.
Fuglafjørður, tann 3. mars 2026
Fuglafjarðar kommuna
