02.03.2026

KUNNGERÐ UM FÓLKATINGSVAL Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU.

Til veljarar til fólkatingsvalið 24. mars 2026 í Fuglafjarðar kommunu.

Vísandi til, at fólkatingsval er útskrivað 26. februar 2026, so skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan fer fram týsadagin 24. mars 2026:

  • Fyri Fuglafjørð og Kambsdal í ítróttarhøllini í fólkaskúlanum, Mirmansvegur 52 í Fuglafirði (inngongdin ímóti Skarðsá)
  • Fyri Hellurnar í Bønhúsinum á Hellunum, Rættarvegur 25.

Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða:

Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til hósdag millum kl. 10.00 og 15.00 og fríggjadag millum kl. 10.00 og 12.00. Tá ið seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er mánadagin 23. mars 2026, so verður býráðsskrivstovan eisini opin nevnda dag til kl. 17.00.

Heimaval:

Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026 við, at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi sama dag kl. 12.00.

Valkort:

Valkort verða send veljarunum í kommununi við postinum, og um persónur, sum heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.

Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.

Fuglafjørður, tann 02. mars 2026
Fuglafjarðar kommuna