14.12.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 13/2018

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at eykabýráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 20. desenber 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Tilmæli frá mentamálanevndini um góðkenning av arbeiðstakarasáttmálum í sambandi við bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði. Ætlanin er at skriva undir sáttmálararnar eftir at avgerð er tikin av býráðnum. Talan er um sáttmálar við MT Højgaard, P/F Victor á Lakjuni og ELcon. Tilmæli og undirliggjandi tilfar verður sent, so skjótt sum hetta er tøkt. Bygginevndin og menrtamálanevndin koma at hava fundir mánadagin 17. desember 2018.

Fuglafjørður 14. desember 2018

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni borgarstjóri