Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í samkomuhøllini í Miðnámi á Kambsdali hósdagin tann 29. november 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- 2. og endalig viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar fyri 2019 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- 2. viðgerð av umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um eykajáttan til rakstur á kr. 300.000,00 fyri restina av árinum og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Fyrsta viðgerð hevur verið á býráðsfundi 25. oktober 2018.
- Uppskot til útstykkingingarætlan av grundstykkjum til sethús á økinum millum Dalsveg og Fagragil niðan fyri Børkugøtu og tilmælir frá teknisku nevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi sølu av planeraðum/byggibúnum grundstykkjum oman fyri útstykkingina við Bøveg og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
- Uppskot til tilbúgvingarætlan og váðameting av kommununi og tilmæli frá tilbúgvingarnevndini.
Fuglafjørður 23. november 2018
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri