23.11.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 11/2018

  • 3
    Shares

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í samkomuhøllini í Miðnámi á Kambsdali hósdagin tann 29. november 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. 2. og endalig viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar fyri 2019 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  2. 2. viðgerð av umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um eykajáttan til rakstur á kr. 300.000,00 fyri restina av árinum og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Fyrsta viðgerð hevur verið á býráðsfundi 25. oktober 2018.
  3. Uppskot til útstykkingingarætlan av grundstykkjum til sethús á økinum millum Dalsveg og Fagragil niðan fyri Børkugøtu og tilmælir frá teknisku nevndini í málinum.
  4. Mál viðvíkjandi sølu av planeraðum/byggibúnum grundstykkjum oman fyri útstykkingina við Bøveg og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  5. Uppskot til tilbúgvingarætlan og váðameting av kommununi og tilmæli frá tilbúgvingarnevndini.

Fuglafjørður 23. november 2018

Fuglafjarðar býráð 

Sonni á Horni
borgarstjóri