Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 25. oktober 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- 2. viðgerð av eykajáttan til útgrevstur og planering av grundstykkjum við Bøveg og tilmæli frá teknisku nevndini og fíggjarnevndini í málinum. 1. viðgerð hevur verið fyri á býráðsfundi tann 27. september 2018 og málið beint til 2. viðgerð.
- Umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um eykajáttan til rakstur á kr. 300.000,00 fyri restina av árinum og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Talan er 1. viðgerð av eykajáttanini, sum annars skal hava 2 viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.
- Mál viðvíkjandi sølu av planeraðum/byggibúnum grundstykkjum niðan fyri útstykkingina við Bøveg og tilmæli frá teknisku nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi leingjan av konsulentavtaluni við S/F Mortan í Hamrabyrgi fyri tannviðgerðir fyri børn og ung upp til 18 ár og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
Fuglafjørður 19. oktober 2018
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri