Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 20. juni 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Góðkennan av broyttum sáttmála millum Eystur- og Fuglafjarðar kommunur um skúlasamstarvið “Framvit” og tilmæli frá mentamálanevndini.
- Viðgerð av máli um reingerð av kommunalum bygningum/stovnum og tilmæli frá nevndunum í málinum. Seinasta tilmæli er frá fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt málið eftir samtyktina á býráðsfundinum 23. mai 2019.
- Uppskot frá teknisku deildini um útbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini í málinum.(Undirliggjandi tilfar og tilmæli verða send býráðslimunum, so skjótt sum hesi er tøkt. Talan er um kostnaðarmeting, tekningar, tørvskanning, byggiloyvi vm.).
- Minnismerki fyri deyðar barnakonur saman við tilmæli frá mentamálanevndini og viðgerðir í bæði mentamálanevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Val av 2 varalimum til løgtings- og fólkatingsvalstýrini fyri Fuglafjarðar valdømi, hetta sambært skrivi frá umsitingini í málinum.
Fuglafjørður, tann 13. juni 2019
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri