14.06.2019

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 05/2019

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 20. juni 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Góðkennan av broyttum sáttmála millum Eystur- og Fuglafjarðar kommunur um skúlasamstarvið “Framvit” og tilmæli frá mentamálanevndini.
  2. Viðgerð av máli um reingerð av kommunalum bygningum/stovnum og tilmæli frá nevndunum í málinum. Seinasta tilmæli er frá fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt málið eftir samtyktina á býráðsfundinum 23. mai 2019.
  3. Uppskot frá teknisku deildini um útbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini í málinum.(Undirliggjandi tilfar og tilmæli verða send býráðslimunum, so skjótt sum hesi er tøkt. Talan er um kostnaðarmeting, tekningar, tørvskanning, byggiloyvi vm.).
  4. Minnismerki fyri deyðar barnakonur saman við tilmæli frá mentamálanevndini og viðgerðir í bæði mentamálanevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  5. Val av 2 varalimum til løgtings- og fólkatingsvalstýrini fyri Fuglafjarðar valdømi, hetta sambært  skrivi frá umsitingini í málinum.

Fuglafjørður, tann 13. juni 2019

Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri


Warning: Use of undefined constant php - assumed 'php' (this will throw an Error in a future version of PHP) in /var/www/fuglafjordur.fo/public_html/wp-content/themes/theme54575/includes/post-formats/standard2.php on line 66