Býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum mikudagin 03. jul 2025 kl. 17 við hesi dagsskrá:
- viðgerð av eykajáttan til at skifta tekjuna á Barnalund.
- Arbeiðstakarasáttmáli við Heildarverk um 64-skúlan
- Átekning á sáttmálan millum Fuglafjarðar kommunu, Pelagos og Framherja um Ennibryggjuna”.
- Umsókn um víðkan av tangagoymslu hjá Havsbrún.
- Setan av leiðara til Fuglafjarðar kvøld- og ungdómsskúla, verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.
Dávur Juul, borgarstjóri