24.03.2025

Kunngerð um býráðsfund hóskvøldið 27. mars 2025 kl. 19.00

Býráðsfundur verður hildin í Støð 5 hóskvøldið 27. mars 2025, kl. 19.00.

Fýra mál eru á dagsskrá harav tvey verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, sambært §1, 2. petti, punkt 2. í fundarskipanini fyri Fuglafjarðar býráð.

  1. Starvsfólkahondbókin – Uppskot til broyting av vegleiðing um eldraviðurskiftir.
  2. Umbøn um eykajáttan til nýggja køkin í Vesturstovu.
  3. Keyp av innangarðsjørð, matr. nr. 5a í Fuglafirði(viðgjørt fyri afturlatnum hurðum).
  4. Ognartøka av matr. nr. 239 aq í Fuglafirði (viðgjørt fyri afturlatnum hurðum).

Borgarstjórin