26.03.2021

Kunngerð um broyting í serstøku byggisamtyktini fyri økið B1, úti á Land, Toftanesvegur, Fuglafjørður

Sambært grein 6 og við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, og vísandi til góðkenning frá kommunala eftirlitinum, dagfest 19. november 2018, viðvíkjandi serstakari byggisamtykt fyri øki B1, Toftanesvegur, Fuglafjørður, verða hesar broytingar gjørdar í nevndu byggisamtyktundir punktunum 1, 4 og 8:

Sambært uppskotinum verða hesar broytingar gjørdar á øki B1, Fuglafjørður

Broyting til punkt 1

Nevnda økið fevnir nú eisini um matr. nr.  882b, umframt parti av vegaøkinum, matr. nr. ag og matr. nr. E, Fuglafjørður.

 Broyting til punkt 4

Byggistigið má ikki fara upp um 0,6 fyri samlaða økið.

Nettonýtslustigið má ikki fara upp um 2,0 fyri samlaða økið.

Broyting til punkt 8

Útrokning av byggistigi og nettonýtslustigi skal vera sambært BK17, sí skjal 1A.

Vanligu reglurnar í byggisamtyktini eru galdandi, har henda serstaka byggisamtykt ikki ásetir annað.

Soleiðis góðkent av Fuglafjarðar býráð 25. mars 2021.

Skjølini eru hesi

  1. FK j. nr. 21/00206-1_Broyting av byggisamtyktini fyri økið B1 úti á Lans, Toftanesvegur, Fuglafjørður
  2. FK j. nr. 21/00206-2_Plantekning nr. 01_Broyting av byggisamtyktini fyri økið B1 úti á Land, Toftansevegur, Fuglafjørður

Mótmæli og broytingaruppskot

Serstaka byggisamtyktin fyri økið B1 er til skjals á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðini frá kl. 9.00 til kl. 15.00 í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 26. mars og tríggjar vikur fram eftir páskir, fríggjadagin  tann 16. apríl 2021 kl. 15.00.


Møgulig mótmæli ímóti uppskotinum og broytingaruppskotinum til serstøku byggisamtyktina, skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu á teldupostadressu info@fuglafjrodur.fo í seinasta lagi fríggjadagin 7. mai. kl. 16.00. Víst verður til §6 í nevndu lóg.

  • 6.1) Áðrenn uppskot um byggisamtykt verður sent landsstýrismanninum, skal tað verða lagt fram í minsta lagi 3 vikur til alment eftirlits á einum fólki atkomuligum staði. Kommunan skal frammanundan á vanligan hátt kunngera, at byggisamtyktin er framløgd til eftirlits, og kunngerðin skal skila til, hvørt økið tað er, ið uppskotið umfatar. Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum, áðrenn 6 vikur eru lidnir frá kunngerðardegnum.

 Fuglafjarðar býráð samtykti uppskotið til broytingar í serstøku byggisamtyktini fyri økið B1, úti á Land, Toftanesvegur, Fuglafjørður, á býráðsfundi hóskvøldið 25. mars 2021.

FK j. nr. 21_00206_1_Broyting í serstøku byggisamtyktini fyri økið B1_23. mars 20212 FK j. nr. 21_00206-2_Plantekning nr. 01_Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri økið B1_24032021_AF_PAP2