Vísandi til skriv frá Innlendismálaráðnum, dagfest 05. juli 2016, so fer kommunuval fram
týsdagin tann 08. november 2016.
...
Valið til býráðið fyri Fuglafjarðar kommunu fer fram soleiðis, at
Veljarar í Fuglafirði og Kambsdali velja í Mentanarhúsinum, Karvatoftir 5 í Fuglafirði og
Veljarar á Hellunum velja í Bønhúsinum, Rættarvegur 25 á Hellunum.
Atkvøðutíðin verður:
Kl. 10.00-20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og tá ið valið verður lýst liðugt.
Brævatkvøður:
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.
Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 01. november 2012 og í seinasta lagi dagin fyri valdagin við at venda sær til býráðsskrivstovuna telefon 668000.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi áðrenn valið byrjar kl. 10.00 tann 08. november 2016.
Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða býráðsskrivstovuni frá hesum áðrenn kl. 15.00 mánadagin tann 07. november 2016.
Valkort:
Valkort verða send við postinum.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi vinarligast biðin um at venda sær til býráðsskrivstovuna.
Minnist til at hava valkortið við á valstaðið.
Fuglafjørður, tann 17. oktober 2016
Kommunuvalnevndin
Terji á Lakjuni
formaður