24.08.2018

Her er skráin fyri Mentanardagar 30. aug – 2. sept.

 

Faldari við skránni fyri Mentanardagar 2018 kemur í øll hús í Eysturoynni í kvøld, mánakvøldið 27. aug. Vikublaðið hesa vikuna hevur eisini nógv gott tilfar um Mentanardagar.

Nærri frágreiðingar um tiltøkini á Facebook/  Mentanardagar í Fuglafirði  (trýst á) og á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum  (trýst á) og á www.atgongumerki.fo (trýst á)

Setanin er hósdagin, men longu í annaðkvøld, týskvøldið, er ein spennandi, almennur fyrilestur við framløgum og kjaki á skránni í Mentanarhúsinum kl. 20.00: "Fuglafjørður visión 2050" Jón Brian Hvidtfeldt leiður kvøldið.

Um tit ynskja hjálpa við onkrum á Mentanardøgunum, vendið tykkum so til Kunnungarstovuna visit@fuglafjordur.fo 🙂

Góðar Mentanardagar!