03.03.2026

HEIMUR HVUSSU LIVIR TÙ? Kvinnudagurin í Mentanarhúsinum.

Kvinnudagurin verður hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har gløggar kvinnur kjakast um viðkomandi evnir við støði í dagsins samfelag og avbjóðingum, hegnisliga stýrdar av Solby Christiansdóttir. Harumframt fáa vit kveikjandi hugleiðingar frá Anne Mette Greve Klemensen, presti, og Rønn Eliasen, mentanarleiðara.
Í ár vera tað okkara allarbestu Lena & Niclas, sum syngja og spæla, vit skulu ikki snýtast fyri skemt við Elisu Vang, og ársins Brita verður kosin! Niels café letur upp tíðliga, so tit kunnu keypa okkurt søtt og gott til góman, áðrenn tiltakið byrjar.
Bussur koyrir úr Havn og aftur.
Fyri tíggjundu ferð verður kvinnudagurin hátíðarhildin við einum samfelagsliga viðkomandi tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og fyri fimtu ferð skal ein Brita kjósast.
Í ár kallast tiltakið 'Heimur, hvussu livur tú?,' og tað verður hildið sunnudagin 8. mars.
Mentanarhúsið letur dyrnar upp kl. 14, men tiltakið sjálvt er frá kl. 15 - 17.
Tiltakið tekur útgangsstøðið í einum heimi í brotasjógvi, har miðlameldurin úr skíggjunum varpar ljós á ræðuleikar um allan heim, við dagligum nýggjum ræðusøgum um Trump, Putin og Epstein. Hvat ger hetta við okkum sum menniskju? Við felagsskapin? Við demokratisku spælireglurnar og stríðið fyri javnstøðu?
Men vit fara eisini inn í eitt kjak um umsorgan og búskapin. Eitt øki undir stórum trýsti, tí tørvurin økist, hendur mangla og sparingar hótta. Men ber til at skipa okkara búskap og førda politikk uttan at taka neyðuga hædd fyri tí, sum heldur lív í samfelagnum? Eru íløgur í umsorganarbúskapin ikki júst íløgur í framtíðina?
Atgongumerkini verða sett til sølu týsdagin 3. mars kl. 12 á mh.fo