08.05.2017

“Fuglafjørður fjølgast” – filmsvísing í kvøld og annaðkvøld

Mánadagin 8. mai og týsdagin 9. mai kl. 19.00 verður spennandi filmsvísing í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tá verða á fyrsta sinni vístir tveir nýggir filmar, sum taka støðið í farnu tíð, tá Fuglafjørður veruliga fjølgaðist.

Annar filmurin kallast ‘Gomlu handlarnir’ og lýsir høvuðshandlarnar í Fuglafirði í gomlum døgum, sum vóru Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen. Hann verður vístur mánakvøldið kl. 19. Hin filmurin, sum verður vístur týskvøldið kl. 19, kallast ‘Gomlu vinnufyritøkurnar’ og er um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini tá á døgum, Gomlu Smiðju og Gomlu Beding, og um spírarnar til nýggjaru virkini í Fuglafirði.

Filmarnir byggja á samrøður, sum vóru gjørdar við fólk, sum vóru á hesum arbeiðsplássunum í fimti- og sekstiárunum. Flestu samrøðurnar vóru gjørdar í sambandi við nakrar kvøldsetur í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nógvar gamlar myndir eru eisini at síggja í filmunum, eins og vitjað verður á nýggju virkjunum. Signar á Brúnni eigur hugskotið til filmarnar og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum.

Filmarnir eru góðar tveir tímar langir. Í steðginum vera kaffi, te og køkur at fáa, so fólk kunnu fáa eitt gott prát um gomul minnir.

Atgongumerki à kr. 100 kunnu keypast á kunningarstovuni í Fuglafirði og á atgongumerki.fo. Tað ber til at bíleggja sær eitt eintak av filminum ella filmunum, tá sýningarnar eru í Mentanarhúsinum. Annar kostar kr. 100, meðan báðir fáast fyri kr. 150.