19.03.2021

Framløgan til kjak, ið Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, helt á altjóða kvinnudegnum 8. mars 2021

Góðan altjóða kvinnudag, góðan 8. mars tit øll!

Hetta er altjóða dagurin, tá ið vit minna hvønn annan á rættindi kvinnurnar, har oftani órættindi kvinnum viðvíkjandi verður sett í ljósmálan. Hesin dagur minnir okkum eisini á, hvussu undanfarnar kvinnur hava brotið nasar okkara vegna, og sum ger slíkan minnisdag sum 8. mars møguligan. Her í okkara lítla landi hava mangar staðið stinnar, eitt nú okkara Andrea Árting, sála. Hetta konubrot, saman við øðrum mergjaðum kvinnum, hava slóðað fyri, at vit á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum fingu meira rættvísi. Eitt tað seinasta fakfelagsavrik, sum frú Árting, í høgum aldri, 85 ára gomul, bardist og sigraði viðvíkjandi í 1977, var at kvinnan fekk somu løn sum maður fyri sama arbeiði.

Vit eru komin áleiðis, hvat javnstøðu viðvíkur, serliga í Vesturheiminum, men har er samstundis nógv at arbeiða við og geva gætur, áðrenn vit kunnu sláa okkum til táls, at nú vendir nøkunlunda rætt. Verri stendur til í nógvum av heimsins økjum og londum, har kvinnan er fyri vanbýti og ágangi, sum ein slettis ikki kann ímynda sær – lat okkum senda teimum nógvar tankar og ynskir um, at teirra umstøður fara at broytast til tað betra. Kvinnukampurin í heimshøpi er als, als ikki av og so langt í frá, og summastaðni er hesin kampur ikki byrjaður enn, tíverri.  Tí er heimsmál 5: Javnstøða ímillum kynini toppaktuelt.

Hyggur ein ástøðiliga eftir, hvussu leikur er farin fram, hvat kvinnurørslum viðvíkur, kann ein seta hetta inn í tíðarskeið, ella ”bylgjur”, sum hava reist seg, tá ið ovboðið hevur verið.

Tann fyrsta bylgjan: 1848-1920 - her ráddi um hjá kvinnum, at staðfesta seg sum eitt javnbjóðis individ og ikki bert eitt viðhang til mannin. Eisini náddi kvinnan at fáa rættin til lønt arbeiði, fáa grundleggjandi skúlagongd og at luttaka í fólkaræðinum, ella fáa valrætt. Bæði undir 1. og undir 2. heimsbardaga arbeiddu kvinnur, men fingu ikki stórvegis meira javnstøðu, og kjarnufamiljuleisturin, har maðurin var høvuðsforsyrgjarin, vann frama, og kvinnurnar fóru heim at arbeiða ólønt.

Onnur bylgja: Vísir seg ikki fyrr enn í 1960 her um okkara leiðir, og hon vísir seg við fullari megi í 1970. Kvinnurnar vildu burtur frá fastlæstu rolluni, sum kvinnan hevði fingið í kjarnufamiljuni. Hon vildi ráða yvir sær sjálvari. Hetta bleiv gjørligt serliga vegna p-pillaran og rættin til abort áðrenn 12. viku. Nógvar av tænastunum í skjótt vaksandi vælferðarsamfelagnum, barnaansing, SU og nógvir útbúgvingarmøguleikar, frísettu kvinnuna, sum ongantíð áður. Hákonjunktururin, frá 1960 inntil oljukreppuna í 1973, hevði brúk fyri øllum hondum, og kvinnan fór av álvara á arbeiðsmarknaðin og hevur verið har síðan. Í 1980-1990’ini blivu kvinnurættindi av álvara sett á dagsordan politiskt, og lógin um líkaløn, almennur javnstøðupolitikkur og ein røð av lógum, ið javnsettu kvinnuna við mannin, sóu dagsins ljós.

Triðja bylgjan: Rebecca Walkers, (dóttir kendu Alice Walkers) segði seg ikki vera nakað serligt slag av feministi, og hennara hugsjón, sum hon gav útrykk fyri í 1992, var, at vit vóru ongan veg komin á javnstøðisleið, fyrr enn allar kvinnur, óansæð húðalit, nationalitet, religión og lívsstíl, vóru inkluderaðar við grundleggjandi rættindum. Rebecca Walkers er kend fyri at kritisera vakurleikaídnaðin fyri at hevja hvítu kvinnuna upp til at vera ímyndin av vakurleika, meðan allar hinar hanga í einum tómrúmi.

Fjórða bylgjan: Fjórða bylgjan er breiðari soleiðis at skilja, at hetta er ikki bert kvinnukampur, men ein kampur móti kúgan av menniskjum, veri tað seg maður ella kvinna, transkynd, samkynd, fólk ið bera brek o.s.v.

Fjórða bylgjan, sum er nú, tekur fatur í, at hóast vit á mongum økjum er komin fram á leið, er seksualiseringin av kvinnukroppinum framvegis til staðar, og hendan bylgjan tekur frástøðu frá sjónarmiðnum um, at kvinnan, alt eftir hvussu hon er klødd t.d., sjálv er ein partur av trupulleikanum, at menn ikki kenna sær hógv.

Eisini verður tikið upp, hvussu vit brúka og misbrúka socialar miðlar, har kvinnan ofta verður hongd út av einum forsmáddum maka t.d.

Serliga kend er kanska #MeToo rørslan, ið varpar ljós á valdsmisnýtslu mansins mótvegis serliga yngri kvinnum, har kvinnan í arbeiðshøpi verður seksuelt intimiderað, og maðurin ikki respekterar mørk. Danski studieverturin Sofie Linde hevur av álvara sett hetta á breddan í Danmark, og ópassandi atferðin hjá monnum hevur fingið fylgjur, og nógvir eru sagdir úr starvi.

’Nokk er nokk’ er tað, sum eyðkennir hesa fjórðu bylgjuna… Vit eiga at finna nýtt stev ímillum kynini, t.d. hvar gongur markið fyri, hvussu vit eru saman á arbeiðsplássinum – hetta er ikki nakað lætt øvilsi og setur bæði kynini í nógvar tvístøður. Tað er vælkent, at ungi maðurin í dag er mega ótryggur við støðuna, eins væl og kvinnan. Hvussu skal ein handfara ”sex krevur samtykki” í praksis t.d.??

Nógv onnur og týdningarmikil javnstøðuevni eru verd at taka upp, men vit náa tað ikki her…

Eg havi fingið eina yvirskrift at halda meg til, sum hevur heiti: Nýggj verð – nýggj byrjan og leiðsla. Hendan sipar uttan iva til alt, sum er farið fram hetta seinasta feigdarár, men sum eisini hevur havt góð avleidd ting við sær, sum vit høvdu tikið mong, mong ár at sannkenna, og vit kanska slettis ikki høvdu tikið upp til kjaks…

Frá mars 2020 og inntil nú hevur ein heimsfarsótt, sum vit slettis ikki høvdu ímynda okkum avleiðingarnar av, sett samfelagið, lond, heimspartar og bláu gongustjørnina, á standby. Sjálvt um væl stendur til í okkara lítla oyggjalandi, og vaccina verður framleitt um kapp við tíðina, herjar korona við miklari styrki júst í hesi løtu. Tað sigur ikki so lítið, at USA, sum á nógvum økjum framvegis er ein supermakt, hevur mist gott 500.000 túsund fólk vegna korona. Yvir 2 milliónir hava latið lív, í øllum heiminum, men eisini nógv hava hóra undan, væl hjálpt av fólkum, sum hava sett egið lív í vága fyri at hjálpa teim sjúku, og her hava kvinnurnar ikki spart seg. Ein veit um okkara leiðir, at 2/3 av teimum, sum arbeiða í almenna geiranum, ella har vælferðatænasturnar eru tøkar, eru kvinnur.

Vit kunnu ikki takka hesum fólkum nokk fyri, hvat tey hava gjørt. Eingin veit, hvussu leingi hetta fer at vara, og vit mugu bert brynja okkum við toli – MEN hvat hevur korona lært okkum, og hvat kunnu vit taka við okkum herfrá?

Vit blivu blakaði av ”hamstrarahjólinum” og send heim at vera allan sólarringin – nakað nógv okkara ongantíð hava roynt annað enn í vikuskiftum og í ferium nakrar fáar vikur ella dagar árliga. Hetta upplivdu vit ymiskt – nøkur tóku hetta sum ein gyltan møguleika at hugsa seg um, merkja eftir ’hvør eri eg sum einstaklingur’, friðurin gjørdi, at kvinnur ikki áttu í úrtíð, smábørn vóru minni sjúk, tí tey ikki dagligt eru trunkaði saman á dagstovni, nógvir pápar fingu eyguni upp fyri, hvussu gott tað er at vera saman við børnum sínum.

Onnur megnaðu hetta minni væl, tey, sum høvdu tað ringt sálarliga, fingu tað verri, og tey gomlu á røktarheimi fingu tunglyndi, tí eingin slapp inn til teirra.

Búskaparliga bakkastið fyri mong hevur verið ógvusligt, og nakað, ein hevur bygt upp í áravís, er dottið á gólv. Hetta er ein syndarlig støða at standa í, og hóast hjálparpakkar hava verið veittir, munar hetta einki í stóra búskaparliga tapinum. Tó, í allari neyðini, hevur verið ein fragd at síggja, hvussu skjótt mannabarni megnar at reorientera seg og finna nýggja leiðir. Ársroknskapir fyri nógvar fyritøkur her heima hava ikki verið betri enn tað sama nakrantíð.

Vit skuldu til at fyrihalda okkum til tøkni yvir eitt vikuskifti, sum næstan einastu kontakt til umheimin: Zoom, Teams, Skype o.a. talgildir pallar blivu okkara kontakt við tey, sum vit annars arbeiddu tætt saman við. Eg havi hoyrt kendan leiðara her í Føroyum siga, at hetta hevði aldrin latið seg gjørt í normalum tíðum, har broytingar oftani eru trekar at fáa ígjøgnum – broytingarleiðsla er kanska tann drúgvasta leiðslutilgongdin, ein kemur í sum leiðari.

Familjan mátti taka allar tær uppgávur á seg aftur fyri eina stund, sum vælferðargeirin annars hjálpir til við í ríkiligt mát (skúlin og barnaansing serliga)

Tey, sum ikki sluppu at vera heima, vóru tey, sum arbeiddu í social- og sunnheits-geiranum, og tey, sum syrgdu fyri, at vit fingu forsýningar.

Korona bleiv ein ”eye opener” av format…

Vit hava altíð vitað, at organisatiónir í almenna geiranum, so sum sjúkrahús, eldrarøkt, dagstovnar og skúlar, eru vitalar funktiónir, ella tað, sum ástøðingurin Karl Edvard Weick, (Hammer og Høpner, 2019:211) kallar ”serliga álítandi organistatiónir”, sum hava tað til felags, at arbeiða undir ótryggum, kompleksum viðurskiftum, samstundis við at forvæntað verður av teimum, at tey levera eitt nærmast feilfrítt produkt/tænastu í vælferðarsamfelagnum. Korona hevur gjørt hetta meira týðiligt enn nakrantíð. Tí er tað ein andsøgn, at hesi týdningarmiklu størv, sum í høvuðsheitum eru kvinnustørv, eru so illa lønt. Sjónligheitin av hesum eiga fakfeløg at brúka momentum av, og stilla arbeiðsgevaranum krav um betri sømdir lønarliga.

Meginparturin av leiðarum og millumleiðarum í tí almenna eru kvinnur, og kanning, sum DJØF hevur latið gjørt, vísir, at kvinnurnar hava arbeitt stak effektivt heimanífrá. Tá ið spurt verður inn til kvinnuligar og mannligar leiðarar, siga kvinnurnar, at tær kendu seg vera effektiva í arbeiðinum heimanífrá, men at nógvir tímar blivu lagdir afturum við telduna, og serliga í mun til at gera starvsfólkarøkt heimanífrá. Kvinnurnar hava víst seg at megna kreppustýringina væl.

Eitt annað, sum eisini er komið fram undir korona, er, at í londum, har kvinnur ráða fyri borgum, er stak skilagott avstaðfarið, og talið av deyðum av korona er munandi lægri enn í restini av heiminum. Her skal ein leggja sær í geyma, at út av íalt knøppum 200 londum eru knapt 20 kvinnur, sum ráða fyri borgum reelt. Hetta eru lond sum Ný Sæland, Taiwan, Hong Kong, Tyskland, Danmark, Norra, Finland og Ísland. Stóru tíðindarásirnar í heiminum, serliga CNN og the Guardian, tóku hetta upp, sum nakað serstakt, serliga á vári og summari 2020. Tó, her skal man vera eitt sindur varin at gera for avgjørda niðurstøður, longu nú, um at hetta skyldast kyn aleina. Nógv meira gransking skal til, fyrr enn stjórnmálfrøðingar og onnur, sum kanna politiska stýring og vald, kunnu siga nakað vist.

Hinvegin vísir Lotte Bøgh Andersen, professari við Institut for Statskundskab í Århus, á gransking, ið vísir, at kvinnur í politikki hava onnur virðir enn menn, og at tær seta vælferðartænastur fram um búskaparvøkstur. Hava hesi virðir gjørt seg galdandi, er hetta ein frágreiðing uppá, at kvinnurnar hava latið londini aftur fyrr, so at heilsuverkið ikki kom undir óneyðugt trýst, og øll fáa hjálp.

Professari Sara Louise Muhr frá Institut for Organisatión á CBS, sum granskar í leiðslu og ymiskleika, vísur á aðra møguliga frágreiðing, sum man eisini sær í leiðslugransking millum toppleiðslur (vegna íbygdan bias og kynsstrukturar). Kvinnur, sum koma so høgt upp í hierarkiið, skulu gera sær mikið meira ómak enn menn, tær eru meira varnar, og um tær gera feilir, fáa tær harðari dóm enn teirra mannligu kollegar. Hetta kann vera frágreiðingin uppá, at kvinnuligir statsleiðarar megna væl í kreppustøðum. Eisini ger tað seg galdandi, at kvinnuligir toppleiðarar lurta meira eftir ekspertum enn nógvir av teirra mannligu starvsfeløgum, og taka avgerðir í tráð við hesa ráðgeving.

Ein grein í World Economic Forum var ikki í iva í juli 2020. Gransking frá Concordia universitetinum í Toronto í Canada vísir á, hvat hevur eyðkennt kvinnuligar leiðarar undir korona. Handfaringin hjá kvinnuligum leiðslum í Danmark, Finlandi, Týsklandi, Íslandi, Ný Sælandi og Norra vísir, at tær eru betri til at handfara kreppur enn teirra mannligu starvsfelagar. Mótstøðuføri, pragmatisma, vælvild, álit á kollektivari sunnari fornuft, sínámillum hjálp og eymjúkleiki verða nevnd sum felags eyðkenni hjá teimum kvinnuligu leiðarunum, ið hava megnað kreppuna væl. Eisini verður víst á, at hesi lond hava meira javnt býti av kvinnum og monnum, sum saman taka avgerðir, ella ”the gender gap” er lágt (Global Gender Gap Report 2020).

Eftir ársskifti eru aftur komin granskingarúrslit, publiseraði í vísindaliga tíðarritinum Plos One 31.12.2020, sum vísa, at hevur eitt land eina kollektivistiska mentan, t.v.s. at man stendur saman í kreppum, + ein kvinnuligan leiðara við reellum politiskum valdi og avgerðarrætti, gongur væl. Eisini skal ein leggja sær í geyma, at tey flestu av londunum, har hesar kvinnur eru politiskir leiðarar, eru vælvirkandi fólkaræðir við samfelagsplanlegging og vælferðartænastum, sum gera tað arbeiðsligt hjá hesum kvinnuligu politisku leiðarum. Hesin úrskurður byggir á kanning av 167 londum, har 16 lond hava kvinnuligan leiðara.

So niðurstøðan er fyribils tann, at tað hevur nakað av ávirkan, at kvinnur og kvinnulig virðir gera seg galdandi í leiðslu í londum, har tað gongur væl at halda skil á korunufarsóttini, men hetta skyldast eisini mentan og politiska mentan, sum áður nevnt. Hesir granskarar eru farnir víðari og eru í ferð við at gera diskursanalysur, ella greina tann mátan kvinnuligir leiðarar tosa um korona, í mun til teirra mannligu starvsfelagar. Tað verður áhugavert, hvat fyri frágreiðingarmegi navnframa socialkonstruktionisman og narrativ teori hevur hesum viðvíkjandi – páhaldið í hesum ástøði er, at orð og formuleringar skapa veruleika.

Hvar fara vit herfrá?

Ella hvat hevur korona lært okkum? Nógv, men serliga tað, at tað letur seg gera at taka skjótar og drastiskar politiskar avgerðir og fáa fylgiskap frá fólkinum. Avbjóðingarnar í 21. øld vera, um tær ikki verða handfarnar skilagott, nógv verri fyri okkum enn alt tað rumblið og sorgarleikir, korona hevur elvt til. Hesar avbjóðingar krevja eitt nýtt slag av leiðsu, sum er annarleiðis enn vanlig stýring, sett saman av kommando og klassiskum kontrol. Hesar avbjóðingar eru klimabroytingar, heilsa, umhvørvi, vanstýring av nátturutilfeingi, at fólk vera eldri og eldri, og at ov fá fólk eru skikkaði til virtuella stýring av framleiðslu og menning/innovatión av nýggjari tøkni, sum skal til fyri at loysa komandi trupulleikarnar.

Hetta krevur ein leiðslustíl, ið er eyðkendur av mótstøðuføri, dirvi, fleksibiitet, at leiðari lurtar, er empatiskur, megnar samstarv og dugir at vísa umsorgan og viðurkenning av, at øll geva sítt íkast. Leiðarin skal hava eygu og oyru opin fyri, hvat einstaka starvsfólkið megnar ordiliga væl, og verður hetta lykilin til succes – og hetta er tað, sum eyðkennir siðbundna feminina leiðslu. Fyri at hóra undan eiga vit at lata kvinnur og menn í fakliga, so at tey eru eitt gott bland og ikki bara arbeiða innan siðbundin kvinnu- og mannfólkafak.

Korona hevur lært okkum, ella staðfest, týdningin av ”kvinnufakunum” og gjørt tey so stak sjónlig. Størsta avbjóðingin er, at kvinnur eru tær, sum eiga børn og noyðast av arbeiðsmarknaðinum, her hjá okkum 2-3 ferðir, í barnsburðardyggum aldri. Sera trupult er og hevur verið, at fáa pápar at taka ein størri part av barnsburðar-farloyvinum, og hvat hetta skyldast, verður sagt, er ein spurningur um løn, siðvenju, manglandi accept frá arbeiðsgevara o.s.v.

Hetta setur kvinnurnar aftur á yrkisleiðini, og ikki minst tá ið vit tosa um løn.Gransking vísir, at kvinnur og menn við somu útbúgving og førleikum fylgjast lønarliga, líka inntil børnini koma, og avleiðingin er, at kvinnur gjøgnum eitt arbeiðslív fáa minni í løn enn menn. Hetta er, um tit spyrja meg, hamrandi órættvíst – ein kvinna skal ikki straffast fyri at gera heiminum eina tænastu, at leggja kropp, likam og sál til, at seta børn í heimin.

HON SKAL HELDUR FÁA BONUS FYRI AT HETTA ER MØGULIGT! HVAT VIÐ AT KVINNAN, FYRI HVØRT BARN, HON SETUR Í HEIMIN, FÆR X ANTAL KRÓNUR SETTAR INN Á SÍNA PENSJÓNSUPPSPARING, OG Á HENDAN HÁTT VERÐUR KOMPENSERAÐ EITT SINDUR FYRI TAÐ LØNARTAP, HON YVIR EINA YRKISLEIÐ MISSIR VEGNA BARNSBURÐ?!

Granskarar frá Concordia Universitetinum gera eisini vart við, at rættiliga fáar kvinnur útbúgva seg innan fyri náttúruvísindalig fak, t.d. KT og verkfrøði, sum er ein met-høgt eftirspurdur førleiki í dag og í framtíðini. UNESCO stovnurin undir ST vísir á, at bert 35 % av kvinnunum í heiminum lesa innan náttúruvísind og bert 3 % innan informatións- og kunningartøkni.

Vit eru væl á veg inn í 4. ídnaðarkollveltingina, og hendan tíðin eftirspyr eina rúgvu av førleikum, sum kvinnur útbúgvingarliga ikki eru so raskar at melda seg til. Vit vaksnu og eldri kvinnur eiga at eggja yngri kvinnunum at taka útbúgvingar og størv á seg, sum liggja uttan fyri vanlig kvinnustørv, eitt nú innan tøkni. Tá ið hesar kvinnur fara at taka leiðarastørv á seg um 15-20 ár sær heimurin annarleiðis út, og við teirra fjølbroyttu útbúgvingum og kvinnuligu leiðsluførleikum, fara hesar javnbjóðis at samstarva við menn og megna bæði kynini í felag at lyfta uppgávuna at stýra heiminum burðardygt.

Avbjóðingin fyri framman er at innrætta eitt samfelag og ein arbeiðsmarknað, har pláss eru fyri báðum kynum, og tað, at kvinnan eigur børnini, eigur ikki at verða brúkt móti henni, men hetta má koma henni, og báðum kynum til góðar, so ella so.

Vónandi vera vit eitt sindur klókari uppá, hvønn vegin vit venda í koronasamanhangi næsta 8. mars í 2022 – livst so spyrst.

Súsanna Olsen.

 

 

Referencer

(red.), M. D. o. H. H., 2010. Hvorfor er der lønforskelle mellem mænd og kvinder - en antologi om ligeløn i Danmark. 1 ed. KBH: SFI Det nationale forskningscenter for velfærd.

Andersen, A. S., 2020. Ny forskning: Kvindelige statsledere håndterer corona best., KBH: TV2 Nyheder.

Anon., 2020. Løntakarar, Thorshavn: Hagstova Føroya.

Anon., 2020. www3.weforum.org. [Online] Available at: http://www3.weforum.org/docs/WEF_GGGR_2020.pdf
[Accessed 2 mars 2021].

Barse, M., 2020. Er kvindelige statsledere bedre til at håndtere coronakrisen?, KBH: Videnskab.dk .

Barse, M., 2021. Nyt studie af statsledelse under corona: Fællesskabsorienterede lande har færre dødsfald, , KBH: Videnskab.dk.

Chamorro-Premuzic, T., 2020. Are Women Better At Mnaging The Covid19 Pandemic?. s.l.:www.forbes.com.

Djøfdokument, 2020. Kvindelige ledere tog et ekstra tørn under corona nedlukning. KBH: Forlaget Djøf.

Falkenberg, K., 2018. Forstå sagen: Feminisme, kvindebevægelser og ligestilling, KBH: Danmarks Radio.

Høpner, S. H. o. J., 2019. Meningsskabelse, organisering og ledelse - en introduktion til Weicks univers. 2 ed. KBH: Samfundslitteratu .

Lea C. Windsor, G. Y. R. A. J. W. R. O. S. A. C. B. J. G. &. R. W., 2020. PLOS ONE. [Online] Available at: https://journals.plos.org/plosone/article?id=10.1371/journal.pone.0244531
[Accessed 6 mars 2021].

Louise Champoux-Paillé, A.-M. C., 2020. The reason why female leader are excelling at managing the coronavirus, Toronto: World Economic Forum.

Zohai Hessami, T. B., 2020. This is the effect female politicians have - and why we need more of them, s.l.: World Economic Forum.