26.06.2016

Felagsandi um Varmakelduleitið

Í ár er Varmakelduvikuskifti eitt sindur øðrvísi og spennandi í Fuglafirði. Hóskvøldið 30. juni kl. 20 er fernisering í Gallarí Ribarhús, tá Varmakelduframsýningin letur upp við verkum hjá Ásu av Reyni Jøkladal. Hetta vikuskifti hava Ribarhús og Piddasahandil eisini opið longri enn vanligt við lítlari café í hugnaligum umhvørvi.

Havsbrún, stóra vinnuvirki og arbeiðsplássið her, fylti 50 ár 1. apríl. Í hesum sambandi verður møguleiki fyri rundvísing fríggjadagin 1. juli kl. 16 og móttøka er kl. 17.30. Kl. 19 bjóðar Havsbrún til stóra, spennandi og ókeypis konsert í spildurnýggju tunlunum í berginum á havnarøkinum. Við á forkunnuga tónleikatiltakinum vera Fuglafjarðar Hornorkestur, VEGA, Tórshavnar Manskór, Lena & Niclas, Marius Ziska og Punjab. Byrjað verður stundisliga, og best er at vera væl ílatin, tí tunlarnir eru kaldir. Hetta er ein serstakur møguleiki, sum neyvan kemur aftur!
Aftaná konsertina verður opið bæði á John’s og í ovara sali í Mentanarhúsinum, har café við m.a. góðum kaffi verður at fáa.

Fyrrapartin leygardagin 2. juli frá kl. 10 – 16 er marknaðardagur á Dugna á Kambsdali. Her kunnu fólk leiga sær eitt borð, har tey kunnu selja loppur ella egnar vørur. Eisini er hoppiborg og fiskibrunnur, umframt café.
Leygardagin er eisini kappróðrardagur í Vági. Mentanarhúsið vísir stroymingina av kappróðrinum, so vit øll kunnu fylgja við og rópa í felag. Vónandi klára okkara manningar seg líka væl í Vági sum á Eystanstevnu. Caféin í Mentanarhúsinum er opin frá kl. 14 til áleið 23.
Um kvøldið verður felagsmáltíð í Mentanarhúsinum kl. 18. Hetta er eitt tiltak, sum tekur skap eftir luttakarunum. Fólk taka sjálvi mat við, bjóða burturav og smakka frá øðrum, akkurát sum hugurin er. Felagsandin og hugni eru í hásæti, onkur kanska trívur í eitt lag, meðan onnur kanska seta eitt felagsspæl í gongd.
Kl. 22 verður líkasum mong undanfarin ár hugnalig felagsløta rundanum bálið úti við Varmakeldu. Kristian Martin Petersen heldur røðu.

Sunnudagin kl. 16 verður summartónakonsert í Mentanarhúsinum við Hanus G. Johansen og Aldubáruni, sum framføra sangir hjá Hanusi. Atgongumerki à kr. 100 fáast við dyrnar. Hendan dagin er caféin í Mentanarhúsinum opin frá kl. 15 – 20.