Søkt verður eftir heilsurøktara fulla tíð
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um starv á fulla tíð ella eftir avtalu at arbeiða í skiftandi vaktum. At byrja 1. mars 2024.
Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar.
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving sum heilsurøktari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- hevur jaligan hugburð
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran
- sært týdningin av fyribyrgjandi tænastum
- ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við útbúgving sum heilsuhjálpari, ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
- at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Áhugaði, ið ynskja at vita meira um størvini, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn týsdagin 13. februar 2024 á middegi. Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta