21.06.2024

ENDURLÝSING: námsfrøðingar og avloysarar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
  • Føstum avloysara at starvast 25-35 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Okkara fasti avloysari røkir fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og kemur at starvast í bæði vøggu- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l. Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið.
  • Tilkalli avloysara, ið kann møta við stuttum skotbráði í samband við fráveru vegna sjúku o.l.
  • Størvini eru til setan 5. august 2024, ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 10 mánaðir - 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Á stovninum nýta vit Betri Vinir og TÍTTtiltøk í tøkum tíma sum arbeiðsamboð. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
  • ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • Introdag, har tú saman við øðrum nýggjum stavsfólkum fært kunning um arbeiði á dagstovni og TÍTT sum arbeiðsamboð
  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking/eftirmeting
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan

Setanarviðurskiftir:

Arbeiðstíðin er mánadag-fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið:

Vilt tú vita meira um stovnin og størvini,  kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:

Søk starvið her (alfred.fo)

Umsóknarfreistin er sunnudagin 30. juni 2024.