16.08.2018

Deildarleiðari til Gøtubrá í Norðragøtu

Hevur tú leiðsluútbúgving og strategiskan førleika at leiða í samsvar við ásettu visjón hjá Nánd umframt

útbúgving innan heilsu-, sjúkra- ella umsorganarfakliga økið? So gleða vit okkum at fáa eina umsókn f tær.  

Sum deildarleiðari hevur tú dagligu leiðsluna av deildini. Tú stendur við leiðsluni at kveikja og menna starvsfólkini, so teykunnu stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum húsfólki meining í lívinum, umframt at tryggjar nútíðar røkt og sjúkrarøkt. verður partur av leiðslubólkinum hjá Nánd, ið javnan viðger felags mál og ætlanir. Tú verður eisini partur av visitatiónsnevndini hjá Nánd, ið møtir til fundar eina ferð um mánaðin til málsviðgerð av øllum tænastum hjá Nánd. Eisini verður tú partur av strategibólki og møguliga øðrum toymisbólkum við. Av fyrisitingarligum uppgávum eru m.a. at gera og umsita arbeiðsætlan, at fylgja tillutaðu fíggjarætlaniniog at samskifta við samstarvspartnara.

Vit sóknast eftir einum deildarleiðara, sum:

hevur hegni at seta í verk gjøgnumskygdar mannagongdir og at geva starvsfólkunum ábyrgd
er ágrýtin og savnandi, hevur jaligan hugburð og sær møguleikar í arbeiðinum
hevur jaligan hugburð til broytingar, hevur slagkraft og tolir at standa í truplum støðum
hevur umsitingarligar førleikar og er væl skipað/-ur. Hevur munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleikaá brúkarastøði

Tú mást brenna fyri at stuðla eldri fólkum. Tað er at:

viðurkenna sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og síggja týdningin av, at húsfólk hava ábyrgd av egnum lívi
hava gott hjartalag og tolsemi at stuðla húsfólkunum og avvarðandi teirra
stuðla undir, at húsfólk hava møguleika fyri at vera so sjálvbjargin sum gjørligt
skipa ein virknan gerandisdag við eitt nú samveru, nærleika og rørslu

Setanarviðurskifti

Tann, sum sett/-ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. oktobur 2018 ella skjótast møguligt. Starvið verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Umsókn saman við prógvum, tilvísingum o.ø. skulusendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. septembur 2018. Samrøður verða avgreiddar í viku 37 og 38 . Áhugað, ið hava okkurt at spyrja um, kunnu venda sær til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 730204 gerandisdagar millum kl. 10 og 16.

Nand_starvslysing_deildarleidari_Gotubra_august2018 (002)