17.03.2020

Covid-19 og húsarhaldsburturkastið

Trygdartiltøk viðv. gráa, hvíta og reyða posa

Tað er nógv, ið bendir á, at covid-19 virus kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr t.d. plasti ella jarni. Hjá IRF eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað. Tí heita vit staðiliga á allar borgarar í limakommununum at fylgja hesum tilmælum:

-          Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.

-          Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.

-          Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.

-          Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.

-          Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.  

-          Vit hava fyribils steðgað innsavningini av hvítum og reyðum posum. Vit mæla til, at tit goyma hesar posar við hús næstu tvær vikurnar.

Vinarliga / Kind regards

Sissal Evudóttir Lervig
Marknaðarførsla og Samskifti / Marketing and Communication