Broytingar í byggisamtyktini, økisskipanini fyri Fuglafjørð
Eftir reglunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir hevur Fuglafjarðar kommuna í telduposti dagfestum 11. februar 2025 sent Umhvørvismálaráðnum uppskot til broytingar í byggisamtyktini, økisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu til góðkenningar.
Talan er um rættingar ella dagføringar, so kortið nú vísir vegir, útstykkingar og bygging, sum tey eru. Talan er um broyta byggisamtyktina í sjey ymiskum støðum í Fuglafjarðar bygd.
Uppskotið hevur ligið frammi frá 20. november 2024 til 10. januar 2025. Tá freistin at koma við viðmerkingum var farin, hevði kommunan onga viðmerking fingið.
Býarskipanarnevndin hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna broytingarnar í byggisamtyktini fyri Fuglafjarðar kommunu.
Sagt verður frá, at Umhvørvismálaráðið við heimild í § 4 í býarskipanarlógini góðkennir
broytingarnar í byggisamtyktini fyri Fuglafjarðar kommunu, soleiðis sum kommunan hevur søkt um.
Sambært § 7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera byggisamtyktina, beinanvegin hon er góðkend. Byggisamtyktin fær gildi, tá ið hon er kunngjørd.
Sambært § 3, stk. 1, í kunngerð nr. 122/2023 um lendisskrá skal kommunan senda
Umhvørvisstovuni broyttu byggisamtyktina í seinasta lagi fýra vikur eftir, at hon er góðkend av Umhvørvismálaráðnum.
Mint verður á, at hóast Umhvørvismálaráðið nú hevur góðkent broytingina í byggisamtyktini fyri Fuglafjarðar kommunu eftir reglunum í býarskipanarlógini, sleppur kommunan ikki undan at fáa til vegar møguligar aðrar góðkenningar, sum krevjast frá øðrum myndugleikum. Víst verður til kunngerð nr. 57 frá 27. apríl 2001 um kommunala byggimálsviðgerð.
Hjálagt hesum góðkenningarskrivi eru rættaði kortskjøl við átekning frá Umhvørvismálaráðnum.
Viðheft pdf skjøl niðanfyri :
Góðkenningarskriv Fuglafjarðar kommuna
kort 1
kort 2
kort 3
kort 4
kort 5
kort 6
