Bygging

Grundstykki

Fuglafjarðar kommuna ger útstykkingar til sethús, sum verða seld víðari til teirra, sum ætla at byggja.

Grundøkini eru vanliga uml. 500 fermetrar til støddar. Prísurin fyri fermeturin er kr. 160 í Fuglafirði og kr. 100 + gjald fyri planering á Kambsdali.

Gjøllari upplýsingar fáast við at skriva ella ringja til kommunuskrivstovuna.

 

Byggimálsviðgerð

Øll byggimál í Fuglafjarðar kommunu verða viðgjørd á Teknisku deild og taka útgangsstøði í umsókn, fylgiskjølum og galdandi byggisamtykt.

Loyvt er ikki at byrja bygging, fyrrenn umsóknin um byggiloyvi er gingin á møti.

Umsóknir um byggiloyvi skulu vera dagfestar, hava navn og bústað hjá umsøkjara og matrikulnummarið, har byggjast skal.

Neyðugt er eisini við tekningum, sum lýsa ta ætlaðu byggingina væl, tvs. flatumynd, framsíður, skurð, tilfarsval og onnur viðurskifti.

Kunna teg um kravdu fylgiskjølini í vegleiðingini.

Byggifaldari

Her ber til at taka niður faldara um “Tá ið bygt verður”. (Leinkja til faldara)

Gev gætur, at byggimál, har møgulig frávik eru frá byggisamtyktini, hava longri avgreiðslutíð enn vanlig byggimál.

Føroyska bygningskunngerðin BK17

BK17 er galdandi fyri alla bygging. Skalt tú til dømis byggja nýggj hús, umvæla, byggja um, byggja afturat, broyta nýtsluna ella

taka bygning niður, so er umráðandi, at tú fylgir bygningskunngerðini. Bygningskunngerðin (landsverk.fo)