Í næstum fara býráðini í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu væntandi at taka støðu til framtíðar framhaldsdeild í økinum. Tískil bjóða kommunurnar til felags borgarafund á Miðnámi á Kambsdali mánakvøldið 13. juni klokkan 19.
Arbeiðsbólkar hava í fleiri umførum kannað ymiskar samstarvsmøguleikar. Á fundinum verður kunnað um hesa tilgongd og arbeiðið, sum er gjørt síðani á vári 2014 til dagin í dag.
Endamálið við fundinum er at geva borgarum í kommununum møguleika at siga sína hugsan um framhaldsdeildina í økinum, áðrenn støða verður tikin.
Skráin fyri borgarafundin.
19:00 Borgarstjórarnir bjóða vælkomin og greiða frá tilgongdini í býráðunum
19:20 Samandráttur av fakliga arbeiðnum
o Hví er arbeiðið sett í gongd?
o Hvat er gjørt higartil?
o Niðurstøður av fakliga arbeiðnum
19:50 Kaffi
20:10 Óformligt prát um hugsanir og spurningar
20:30 Orðaskifti
21:30 Hvat er næsta stig?
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommuna