Býráðsfundur verður í býráðssalinum Í Støð 5, hóskvøldið 29. januar kl. 19.00, við hesi dagsskrá:
- Eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum.
- Avtala millum kommunurnar í norð- eysturøkinum um integratiónssamskipara.
- Leiguavtala við P/F Vónina um lendið út á Enni – verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum
- Leigusáttmálin fyri hølini hjá Barnaverndini í Karvatoftum - verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum
- Leigusáttmálin millum Fuglafjarðar kommunu og Ennibryggjuna, tillagingar - verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum
Dávur Juul, borgarstjóri
