Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri tekniska økinum.
Um starvið
Leiðarin er við til at mynda menningina av Fuglafjarðar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum, og starvsfólkum.
Fuglafjarðar kommuna er ein framsøkin og virkisfús kommuna, ið miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu. Fuglafjarðar kommuna strembar ímóti at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð, og at hettar verður gjørt í samstarvi við borgarar og vinnulív, í tráð við tær ætlanir kommunan hevur stungið út í kortið.
Høvuðsuppgávur
Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:
- veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu
- veita politikarum fakliga og profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
- megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum
- tryggja at úrslit verða ment innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
- menna tekniska økið sum arbeiðspláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
- tryggja at Fuglafjarðar kommuna hevur ein sunnan rakstur
- fyrireika og menna Fuglafjarðar kommunu fakliga, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.
Ábyrgd
- Daglig leiðsla av tekniska økinum
- Fíggjarliga ábyrgd av tekniska økinum
- Projekteringsarbeiði og eftirlit
- Býar- og byggiplanlegging
- Málsviðgerð og fyrireiking av tekniskum, umhvørvis og vinnumálum til politiska støðutakan
- Stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði
- Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervi hjá kommununi
- Skipa fyri útveiting av uppgávum á tekniska- og vinnuøkinum
- Ráðgevi og skrivari í teknisku-, umhvørvis- og vinnunevndini
- Veita ráðgeving til leiðslutoymið og býráðslimir á tekniska-, umhvørvisliga- og vinnuøkinum
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:
- hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum
- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
- evnar at arbeiða í eini politiskari skipan.
- evnar at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti í tíðum, har nógv kommunalt virksemi er í gongd
- ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.
- hevur førleikar og vanur at arbeiða við kt-skipanum
Setan og løn
Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum. Starvið er skipað undir teknisku nevnd, við tilvísing til kommunustjóran, sambært starvsfólkaskipanini.
Starvið verður sett tann 1. Februar 2023, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarsett, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost joaniserik@fuglafjordur.fo ella Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara, á telefon 23 80 13, teldupost jonhild@fuglafjordur.fo.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. januar 2023 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: info@fuglafjordur.fo, viðmerkt «Tekniskur leiðari». Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar er skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Um Fuglafjarðar kommunu
Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Tilsamans búgva 1627 fólk í kommununi. Í umsitingini starvast 12 fólk.
Tekniska økið er skipað undir teknisku nevnd. Deildin er samansett av Tekniska leiðara, tveimum málsviðgerðum, Vegadeild, Gartnaradeild, Húsavarðatoymið, Fuglafjarðar Havn og Fuglafjarðar støkkilið. Leiðararnir á hesum deildum/toymum vísa til tekniska leiðaran. Tað eru uml. 25 starvsfólk á teknisku deild.
Í Fuglafjarðar býráð eru 9 limir, og politiska arbeiðið er skipað í hesar nevndir: Fíggjarnevnd, tekniska nevnd, vinnu- og havnanevndin, orku- og umhvørvisnevndin, mentamálanevnd og sosiala nevnd.Í kommununi starvast á leið 130 fólk.