Dreymur um Kampus Kambsdal
Fyri 40 árum síðani løgdu tríggjar framskygdar kommunur lunnar undir eitt samstarv, sum tær tá sóu stórar møguleikar í. Ein framkomin ítróttarhøll bleiv bygd í opna og víða dalinum miðskeiðis millum bygdirnar. Seinni í áttatiárunum sóu onnur eisini hesar møguleikar.
Í 1990 lat nútímans handilsskúli dyrnar upp og trý ár seinni studentaskúli. Samstundis var bústaðarbyggingin farin at taka dyk á seg, og tað fjølgaðist á vinnuøkinum. Til gagns fyri bý og land eru vinna, vitan og fólk sprottin í 40 ár. Vit kunnu bert ásanna at hesi átøk hava verið rík og munagóð. Fyri Fuglafjørð, fyri grannabygdir, fyri Eysturoynna og Norðoyggjar; ja fyri landið alt.
Men Kambsdalur hevur meira. Har er bert ein lítil partur av góða byggilendinum brúkt, samstundis sum ferðsluútbyggingarnar kring okkum allar peika á hetta lendið og hendan dalin, sum eitt framtíðar kampus fyri vitanarmenning í breiðastu merking. Hyggja vit út í heim, so síggja vit vakstrarøki nærhendis stórbýum, men alíkavæl uttanfyri. Í sonevndum kampusøkjum har vítt er til veggja. Har fermetravíddin og ferðslutrongar ikki eru avmarkandi fyri, at ókendar framtíðar visjónir kunnu fullførast.
Á slíkum støðum skapar man gróðrarbotn fyri einum lærdóms- og menningarøki og einum vinnutyssi. Við samferðslu-, vinnu-, skúla- og samfelagsmenningini í huga, so hevur Kambsdalur í dag alt, sum skal til eitt altjóða kampus.
Eitt kampus har verandi virksemi er bulurin og útgangspunktið.
Eitt kampus, ið megnar at binda saman fjøltáttaðu streingirnar, peika á nýggj framburðsátøk og gagnnýta allar tær útbyggingar, sum eru farnar og framvegis fara fram.
Vit kenna øll skúlarnar og vinnuvirkini, ítróttarfeløgini og kommunurnar. Hesin bulur eigur saman at arbeiða fyri at fáa annað á Kambsdal, ið er familju við tey. Hetta kundi verið so mangt. T.d.:
- Vælverudepil
Við grundarlagi í ítróttarhøllini ber til at skapa ein vælverudepil, sum samstundis kann hýsa kappingum bæði heimligum og altjóða, venjingarlegum og skeiðsvirksemi. Í samstarvi við Miðnám eru gyltir møguleikar fyri legugisting og mati.
- Universitetsdeild innan t.d. innovatión, matvøruframleiðslu, havgransking og heilsu
Í samstarvi við vinnuna, skúla og granskingarumhvørvi – alment/privat - at eggja til at síggja Kambsdal, sum ein framtíðarmøguleika. Ein fleirtjóða havgranskingarlund kundi kanska spottið úr slíkum samstarvi. Gransking, sum tekur støði í tí vit liva av, og tí sum sprettir í havna- og vinnuøkjum nærhendis.
- Leiguíbúður
Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar bæði til teirra, sum vitja í stuttum tíðarskeiðum og teirra, sum velja at búsetast her.
- Marghøll og svimjihøll
Marghøll til stórar konsertir og stór ítróttartiltøk og svimjihøll til almenning og kapping. Saman við vælverudeplinum hevur tú tá innanduraøki til nærum allan ítrótt.
- Samferðsluætlan
Bíligur flutningur við kollektivari ferðslu úr Havnini og Klaksvík. Áhaldandi menning og langtíðarætlanir fyri til og frá koyring og parkeringsmøguleikum
- Vælskipað vinnuøki
Eitt vælskipað vinnuøki har raðfestin av tænastum til vinnuna stendur ovast á breddanum.
Visjónin hjá borgarstjórunum frá seinastu í 70’árunum bleiv nokk ikki júst, sum teir ímyndaðu sær. Helst fór tað heilt aðrar vegir og kanska hendi nógv meira, enn teir droymdu um tá. Og soleiðis eru dreymar. Í dreymum gloyma vit smálutirnar eina løtu, men lata stóru linjurnar sleppa framat.
Brúk er fyri at seta orð á møguleikarnar fyri eitt framtíðar Kampus Kambsdal, ið kann bjóða seg fram sum depil og savningarstaður fyri menning í Fuglafirði, í Føroyum, í norðanlongum, Evropa ja heiminum øllum. Samfelagið hevur og fer at hava brúk fyri slíkum komandi 40 árini, og Kambsdalur kann og fer at kunnu bjóða tað komandi 40