19.06.2024

Borgarstjórin svarar uppá ábreiðslur av Fuglafjarðar kommunu

Í samband við tunnilsútbyggingina á havnalagnum í Fuglafirði hevur kommunan bæði í fjølmiðlum og sosialum miðlum fingið ákoyringar. Sjálvsagt er altíð soleiðis, at nakrar ákoyringar eru av røttum, meðan aðrar byggja á misskiljingar.

Í høvuðsheitum eru tað trý evni, sum ábreiðslur hava verið frammi um.

  1. Kommunan vil ikki verða við í uppskotinum hjá vinnuni, um at veita endurgjald fyri virðisminking av ognum sunnan fyri Kirkjurygg og tí vil vinnan heldur ikki veita nakað endurgjald.
  1. Kommunan hevur ikki kunnað borgararnar nøktandi í samband við tær útbyggingar av tunlunum, sum nú eru byrjaðar.
  1. Kommunan er ikki sinnað at hitta borgarar, sum ynskja at fáa fund.

Ad. 1)

Tað er ikki rætt, at kommunan ikki vil verða við í eini loysn, saman við vinnuni. Kommunan hevur skotið upp at hon kann arbeiða við at broyta byggisamtyktina, soleiðis at tað ikki verða bygt fleiri sethús í økinum.  Hinvegin metir kommunan, millum annað, tað ikki vera rætt, at felagskassin hjá borgarunum í Fuglafirði skal verða við til, at veita endurgjald fyri virðismiss orsakað av, vinnuútbyggingum á havnalagnum. Í prinsippinum verða tað tí borgararnir, sum í ávísan mun skal gjalda fyri egnan virðismiss. Hetta eigur at verða eitt mál millum grannar, tann sum byggir og tann sum hevur ampa av byggingini.

Ad. 2)

Her viðurkenna vit í kommununi, at vit kundu haft kunnað betur hóast vit vistu, at arbeiðstakarin hevði sent kunning til húsini omanfyri, um spreingiarbeiðið sum fór í gongd. Í ein roynd at bøta uppa hetta hevur kommunan boðið borgarum omanfyri havnalagið til fund saman við umboðum frá byggiharra og arbeiðstakara.

Ad. 3)

Hendan ábreiðslan má byggja á onkra misskiljing tí vit í kommununi kenna einki til at hava nokta borgarum fund, tá teir hava biði ella sent umbøn til kommuna um ein fund. Kommunan er til fyri borgaran og leggja vit eftir førimuni dent á, at svara borgarum tá spurningar eru. Sigast skal eisini at vit í málinum um endurgjald fyri møguligan virðismiss av sethúsum hava haft fundir bæði við umboð fyri borgararnar og  vinnuna, og hava umboð fyri borgarar og vinnu fingið skrifligt svar um niðurstøðuna hjá býráðnum.

Fuglafjarðar kommuna er ein kommuna, sum arbeiðir við skapa bestu umstøður fyri bæði borgarar, vinnu og mentan í breiðum høpi. Við hvørt er javnvágin ímillum vinnu og borgarar ein avbjóðing, serliga tá útbyggingar og nógv virksemi er í gongd. Hetta er ein javnvág, sum vit áhaldandi mugu arbeiða við og menna handfaringina av, soleiðis tað ávirkar borgarin minst møgulig.

Dávur Juul, borgarstjóri