01.07.2019

Við dreymun, er sjálvt tað ómøguliga, møguligt

Góðu fulgfiðringar, góðu varmakeldugestir.

Eg fari fyrst at takka fyri, at eg fekk hendan møguleikan at seta varmakeldustevnuna 2019.

Vit hava øll okkara dreymar.

Alt byrjar við dreymum, og uttan dreymar var einki.

Ítróttarfólkini sum fara at kappast á hesi stevnuni, tey hava øll ein dreym um at fáa eitt gott úrslit. Tað er ikki altíð at dreymurin endar sum veruleiki, men uttan ein dreym verður einki úrslit.

Øll listafólkini sum sýna fram á Varmakeldu (og tey eru nógv í tali), tey høvdu ein dreym um at skapa nakað stórt, longu áðrenn tað fyrsta penslisstrokið fór eftir løriftinum, ella áðrenn tey fóru undir onkra aðra list. Tað byrjaði sum ein dreymur, ið seinni bleiv til eitt úrslitið. - Kanska ikki akkurát tað úrslitið, sum tey sóu fyri sær í dreyminum – men kortini eitt úrslit.

So leingi sum vit eru børn, droyma vit stórt. Vit hava tá framvegis ikki fingið bankað inní høvdið, at ”hatta ber ikki til”. Vit tekna tær myndirnar, sum vit ætla okkum at tekna. Um tað sum hendir á tekningini ber til ella ikki, hevur minni at týða. Vit tekna tað, sum vit droyma - so leingi sum vit eru børn.

Men tá vit blíva vaksin, tora vit ikki ordiliga. - Tí hvat fara hini at siga um hetta? - Hetta ber jú ikki til. (eingin ger so).

Men samtíðis halda vit, at tað er so deiligt at hyggja eftir teknifilmum, tí har ber alt til.

Winston Churchill segði, at alt ber til – sjálvt tað ómøguliga – tað tekur bara longri tíð. Og júst trúnna á tað ómøguliga í eini truplari tíð, fekk hann at smitta av til alla tjóðina, tá tað ráddi um at halda mótinum uppi. Dreymurin um tað sum sá ómøguligt út, vaknaði.

Einaferð tá ein stórur katedralur bleiv bygdur, tá sótu tveir menn og høgdu hvør sín stein. Teir blivu báðir spurdir: ”Hvat gert tú?” Annar svaraði: ”Eg høggi ein stein.” Hin svaraði: ”Eg byggi ein katedral.”

 Sært tú bara tann lítla steinin, ella sært tú katedralin?
 Torir tú at droyma størt?

Tað sigst um humlubiina, at reint teoretiskt kann hon ikki flúgva, tí veingirnir eru ov smáir til kropsvektina (og nú tosa vit altso um fluguvekt). Men eingin hevur sagt henni, at hon ikki kann flúgva, og tí flýgur hon. - Eingin hevur køvt dreymin um at gera tað, sum onnur halda, ikki ber til.

Og tað er hetta sum ger, at summi skapa nakað nýtt. - Tey tora at lata seg úr spennitroyggjuni og halda fast í tí barnsliga dreyminum, har alt ber til. - Eisini tað ómøguliga.

 Tað er ómøguligt, sigur ivin.
 Tað er vandamikið, sigur óttin.
 Tað er óneyðugt, sigur skilið.
 Men ger tað kortini.

Tá Albert Einstein legði fram relativitetsteoriina, tá breyt hann fullkomuliga við ta tá kendu vísundina, og fólk ristu við høvdinum. - Líka til tey máttu ásanna, at hann hevði rætt.

Hvussu nógvum uppfinnarum hava fólk ikki flent eftir, líka til tey sóu, at tað virkaði?

Hasin klaverspælarin á málningunum hjá Frits – hví hevur hann eina krokudillu liggjandi á fanginum? - Eingin ger so!

Eg hoyrdi fyri nógvum árum síðani eina søgu, sum skuldi vera sannheit. Tað var ein bussur, sum skuldi setast inn í eina garagu, men hann var akkurát for høgur. So har fóru menn við meitlum at høgga eitt lítið petta av betongini omanfyri hurðina. Men so kom ein lítil smádrongur framvið og spurdi, hví teir ikki heldur sleptu luftini úr dekkunum, so bussurin bleiv lægri. - Og tá bar til.

Sum vaksin læsa vit okkum til eina loysn, tí soleiðis plaga vit at gera, og vit vita, at tað plagar at rigga. Barnasinnið harafturímóti er opið. Tey duga ikki so væl at skyna ímillum hvat ber til og hvat ikki ber til, og tí droyma tey ofta um at gera tað, sum ikki ber til. Tey eru kreativ – tey skapa nakað nýtt.

Fyri nógvum árum síðani fylgdist eg onkuntíð við einum dreingi, sum tað segðist um, at hann var ein droymari. Eg minnist at hann segði einaferð við meg: ”Eg skilji ikki, hví fólk síggja niður á droymarar, tí tað eru tey fólkini, sum fáa nakað burturúr.

Halgabók sigur, at trúgv er at vera fullvísur um tað, sum ikki sæst. Tað er at hava álit á nøkrum, sum liggur uttanfyri tað sum vit síggja, hoyra og fata. Og tað er ikki uttan grund, at sama Halgabók sigur, at vit eiga at vera sum børnini. Barnasinnið avmarkar seg ikki bara til tað, sum barnið sær og skilir. Tað hevur dreymar og álit, sum røkkur langt útum tað.

Eitt skal Fuglafjørður og fuglfirðingar eiga: Her sleppa fólk at droyma – stórar dreymar og eisini orginalar dreymar. Tí hevur bygdin eina ørgrynnu av fólki við skapandi evnum. Hesi kunnu millum annað bólkast sum tónleikarar, myndlistafólk, vinnulívsfólk og annars vanligir orginalar.

Tað at tað á hesi stevnuni ber til at savna 50 listafólk, sum øll hava samband við Fuglafjørð, tað sigur ikki so lítið.

Seinasta heyst hevði eg tann heiður at sleppa at gera nakrar útvarpssendingar úr Fuglafirði. Og eg undraðist yvir, hvussu nógv fólk Fuglafjørður eigur, sum hava eina søgu at siga frá. Her hendir nógv! Her eru nógvir dreymar blivnir- og blíva til veruleika.

Og so má eg eisini siga, at bygdin hevur eisini hendan deiliga fuglfjarðahumorin. Tað kom mær ofta væl við sum útvarpsvertur, at eg kendi henda serliga humorin, og kundi loyva mær at brúka hann mitt í eini beinleiðis sending. - Men eg mundi eisini komið illa fyri, tá onkur gestur var í sendingini, sum ikki var uppvaksin her í bygdini. - Tá riggaði tað slett-ikki. - Tað er ov orginalt.

Tað er ikki altíð at dreymarnir ganga út, men tað kemur eisini meira enn so fyri, at úrslitið verður størri enn dreymurin.

Fyrstu fólkini sum í landnámstíðini stevndu inná Fuglafjørð og fóru á land heimi á Oyruni, høvdu ein dreym. Tey droymdu um at finna eitt stað, sum var betri enn tað, sum tey fóru frá. Tey funnu ein vakran fjørð, her tað bar til at seta búgv. Men tey sóu nokk ikki fyri sær, at tað einaferð fóru at búgva hávtannaðtúsund fólk í Fuglafirði.

Tey droymdu stórt og satsaðu, og hóast tey ikki sóu tað sjálvi, so heysta vit í dag fruktirnar av teirra dreymum.

Á Varmakeldustevnuni hesaferð verður hátíðarhildið, at listaframsýningarnar á stevnuni hava 50 ár á baki.

Tey sum skipaðu fyri fyrstu framsýningini fyri 50 árum síðani, droymdu helst bara um eina framsýning. - Og so komu allar hinar aftaná. Veruleikin vaks uppum dreymin.

Sjálvur havi eg nógv góð minni frá varmakeldustevnuni. Eg var so heppin, at eg átti ein abba og tveir mammubeiggjar, sum áttu útróðrarbátin Dragan. Og hann plagdi Útvarpið at lána til at siga frá kappróðrinum á Varmakeldu. - Og so sluppu vit við. Men vit fingu strangar ordrar um, at vit máttu vera friðarlig.

Og tað riggaði væl, men eg minnist at tað eina árið hoyrdi mamma okkara, sum sat heima við hús og lurtaði eftir útvarpinum, mitt í kappróðrinum, eina snjalla barnarødd rópa navnið á beiggja mínum.

Jú nógv góð minni eru frá stevnuni, og vónandi fer henda stevnan eisini at seta góð spor í minnini.

Um vit skulu taka tingini frá tí humoristisku síðuni, so kunnu vit siga, at tað er nógv orginalt í Fuglafirði.

Hetta man vera einasta plássið í verðini har øll mugu hava eyknevni, tí eingin veit, hvussu fólk veruliga eita.

Og helst er Fuglafjørður eisini einasta pláss í verðini, har tú finnur fótbóltsfjepparar sum enn ganga stoltir av einum 40 ára gomlum meistaraheiti.

Hvar aðrastaðni finnur tú ein fjørð, har ringasta brimætt liggur út eftir fjørðinum?

Hvar aðrastaðni gongur tú norðeftir, tá tú gongur suðureftir og heimeftir, tá tú gongur norðureftir?

Og hvar aðrastaðni finnur tú ein tunnil, sum kemur út beint við síðuna av har, sum hann fer inn?

Og man tað vera nakra aðrastaðni, at fólk taka brúðarmyndir við Kyrjasteini sum bakgrund?

- Er tað løgið, at fólk her blíva smáorginal?

Hvørjar dreymar hava vit fyri okkara land og fyri bygdina, sum vit búgva í? Tora vit at hugsa stórt, ella læsa vit okkum í tankanum um, at soleiðis plaga vit at gera, og tað plagar at rigga. Tora vit at vera sum børnini, sum hava dreymar langt útum tað sum hini halda ber til?

Vit hava øll onkrar dreymar.

Avbjóðingin er at tora at handla eftir dreymunum líkamikið hvat onnur halda.

Vit skulu vita, at ikki allir dreymar ganga út

Men alt byrjar við dreymum, og uttan dreymar var einki.

Takk fyri at tit lýddu á og góða Varmakeldu.

Og við hesum orðum fari eg at lýsa Varmakeldustevnuna 2019 at vera setta.


Warning: Use of undefined constant php - assumed 'php' (this will throw an Error in a future version of PHP) in /var/www/fuglafjordur.fo/public_html/wp-content/themes/theme54575/includes/post-formats/standard2.php on line 66