24.08.2021

Vesturstova avhendað.

Vit eru sera fegin um út- og umbyggingina av Vesturstovu, ið bleiv avhandað í dag. Tað er TN-Bygging, ið hevur havt heildararbeiðstøku, Elcon, ið hevur havt EL arbeiðið og JHR hevur havt jørð- og kloakk arbeiðið. Alt er væl úr hondum greitt frá øllum arbeiðstakarum og vit hava havt eitt sera gott og gevandi samstarv, sum vit takka hjartaliga fyri.

Vesturstova hýsti 12 búfólkum áðrenn útbyggingina, nú kunna 17 borgarar búgva har, umframt eitt rúm til umlætting.
Vesturstova hevur fingið fleiri nýggj rúm, so sum starvsfólkarúm, nýggja størri skrivstovu, húsavørðarúm, skolirúm, sjónvarpsstovu, havastovu og ein stóran svala.
Nú verður arbeitt við at fáa nýtt innbúgv, ið longu er byrja uppá at seta upp.

Hetta er tann endaliga avhendingin fyri samlaðu byggiverkætlanina viðvíkjandi eldrasambýlinum Vesturstovu, og skrásettir manglar verða gjørdir í næstum.