14.03.2023

Vegleiðandi ummæli viðvíkjandi almennum útboði av lendi Úti á Land í Fuglafirði

Kommunala eftirlitið er komið við “Vegleiðandi ummæli viðvíkjandi almennum útboði av lendi Úti á Land í Fuglafirði”.

Niðurstøðan hjá eftirlitinum er, at “Fuglafjarðar kommuna helt ikki galdandi reglur, tá ið lendið Úti á Land í Fuglafirði varð boðið út og selt”.

Fuglafjarðar kommuna tekur niðurstøðuna til eftirtektar og fer í framtíðini at rætta mannagongdirnar viðvíkjandi útboðum.