14.02.2024

Varadeildarleiðari til Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Eitt spennandi starv sum varadeildarleiðari fyri eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu er leyst at søkja. Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við tilsamans 18 plássum.

Vit ásanna, at fólkasamansetingin í framtíðini krevur, at vit endurskoða og nýhugsa okkara heilsuveitingar, og fer Nánd tí at raðfesta endurmenning, har væntað verður, at varadeildarleiðarin saman við deildarleiðaranum gongur á odda í hesi tilgongdini.

Um starvið
Varadeildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka.

Tú kemur at hava klinisku ábyrgdina av sjúkrarøktini á Gøtubrá, og sostatt hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum við bæði geriatriskum, torgreiddum, bráðfeingis, somatiskum og sálarligum vandamálsstøðum. Tú hevur serlig fakøki so sum heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi og virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC).

Tú tryggjar upplæring av nýggjum starvsfólkum. Saman við deildarleiðaranum tryggjar tú skjalfestan, gerð av og íverksetan mannagongdum.

Tú samskiftir við avvarðandi og samstarvar tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis. Tú avloysir deildarleiðaran, tá hesin er burturstaddur.

Førleikakrøv:

  • prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • áhuga í leiðslu
  • áhuga fyri gerontologi og geriatri

Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
  • ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
  • hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing
  • dugir væl at málbera teg í skrift og talu og hevur góðan telduførleika

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur:

  • royndir innan leiðslu
  • útbúgving innan/vitan um geriatri og endurmenning

Vit kunnu bjóða:

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • at venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran á Gøtubrá og tekur við starvinum tann 1. apríl 2024. Talan er um starvsbrøk á 0,8, dagvaktir gerandisdagar við møguleika fyri hægri brøki við at arbeiða í vikuskiftum.

Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo ella Poulu Reinert-Petersen, leiðara Nánd, tlf. 730204 og poula@eystur.fo

 Umsókn
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.02.2024.

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í trá við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir her