22.09.2020

Valevnislistar til kommunuvalið 10 november 2020

K U N N G E R Ð um valevnislistar til kommunuvalið í Fuglafjarðar kommunu

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at sambært skriv frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, dagfest 09. juli 2020 verður kommunustýrisval í Fuglafjarðar kommunu týsdagin tann 10. november 2020.

Ein valevnislisti kann í mesta lagi hava 13 valevni og skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum. Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu verða á sama lista, sum valevnini eru skrivað á.

Hjálagdur skal verða ein serligur listi yvir stillarar, hvar teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði.

Ein persónur kann bert verða stillari á einum lista.

Valevnislistar skulu latast inn til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38,  í seinasta lagi 20. oktober 2020 kl. 18.00 av einum stillara.

Uppskot um, hvussu ein valevnislisti eigur at verða settur upp, kann verða fingið til vega við at venda sær til býráðsskrivstovuna ella valnevndarformannin.

Avgreiðslutíðirnar á býráðsskrivstovuni eru millum kl. 10.00 og 15.00 mánadag til og við fríggjadag.

Býráðsskrivstovan hevur tann 20. oktober 2020 opið til kl. 18.00.

*Kungerðin verður eisini at síggja í Norðlýsinum fríggjadagin 25. september, sum verður borin ókeypis í hvørt hús

Fuglafjørður, tann 21. september 2020

Kommunuvalnevndin
Terji á Lakjuni
formaður

Valevnislisti kann heintast HER