23.09.2024

Val til Eldraráðið hjá Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu

Týsdagin, 12. november skal nýtt Eldraráð veljast til Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at virka sum ráðgevi hjá kommununum og Nánd; at veita kommununum og Nánd ráð í eldrapolitiskum spurningum; og at virka sum millumlið millum borgarar og kommunurnar í sambandi við tilrættislegging av eldrapolitikkinum.

Fyri at kunna stilla upp til eldraráðið skalt tú vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út hetta skjal – stillaralisti til Eldraráðsvalið 2022. Skjalið fæst eisini á býráðsskrivstovuni í Fuglafirði.

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni.

Valevnisfráboðaninar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagið 12. oktober 2024 kl. 18.00. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett eftir viðtøkunum fyri Eldraráðið í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu – Nánd. Tað skulu veljast trý umboð fyri hvørja kommunu. Kommunurnar skipa fyri valinum hvør sær.

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallista vera varalimir eftir galdandi valreglum.

Her eru samtyktu viðtøkurnar fyri Eldraráðið.