28.09.2022

Val til Eldraráð týsdagin 22. november 2022

Býráðini í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu hava samtykt at skipa eitt felags Eldraráð, vísandi til løgtingslóg nr. 19, frá 7. apríl 2014, um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at virka sum ráðgevi hjá kommununum og Nánd. At veita kommununum og Nánd ráð í eldrapolitiskum spurningum, og virka sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og kommunurnar í sambandi við tilrættalegging av eldrapolitikkinum.

Fyri at kunna stilla upp til eldraráðið, skalt tú vera 60 ár ella eldri, sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum teir persónar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Fyrsta valskeiðið í Eldraráðnum gongur frá 1. januar 2023, og fram til 31. desember 2024. Framyvir verður val til eldraráðið skipað, samstundis sum val til kommunustýrið.

Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út hetta skjal – Stillaralisti til Eldraráðsvalið 2022 Skjalið fæst eisini á býráðsskrivstovuni, í Støð 5, 530 Fuglafjørður.

Saman við valevnisfráboðanini, skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini hava valrætt til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni.

Valevnisfráboðaninar mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagið 24. oktober 2022 kl. 18.00. Persónar, á innkomnu valevnisfráboðanum, verða førdir á eitt samla yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett, eftir viðtøkunum fyri Eldraráði í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu - Nánd. Tað skulu veljast trý umboð fyri hvørja kommunu. Kommunurnar skipa fyri valinum hvør sær.

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallista, verða varalimir eftir galdandi valreglum.

Her eru samtyktu viðtøkurnar fyri Eldraráðið