testtheme54575
20.04.2018

Vælkomin til móttøku í Leirvík tann 24. apríl kl. 11.00

  • 16
    Shares

Frágreiðing

Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Í nýggju enduvenjingarhølunum í Leirvík, kunnu fólk í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ið eru í aldrinum 67 ár og eldri, koma til endurvenjing og til sjálvsvenjing, fyri at styrkja um egnu heilsu. Í nýggju hølunum, ið verða tikin í brúk tann 24. apríl, eru millum annað nógv góð nýggj venjingartól, ið eru tøk til venjing. Nýggju hølini eru harafturat karmur um heima- og sjúkrarøktartænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Á skránni er millum annað

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu ber fram røðu, og Bárður á Lakjuni luttekur við tónleikainnslagi. Terapeutar luttaka og møguleiki er at royna venjingarmaskinurnar. Borðreitt verður við ábiti.

Hølini í Leirvík liggja yvir av kirkjuni.

Vinarliga vegna Nánd

Kristina T. Larsen, leiðari.