01.10.2020

Vælkomin til kvøldskúlaárið 2020/21

Nú er skráin klár og opið er fyri tilmeldingum.

Skráin er bæði sett upp sum plakat og sum faldari, har nærri frágreiðingar um skeiðini eru. Klikkið á myndirnar niðanfyri fyri at lesa.

Faldarin við skránni verður borin í hvørt hús í kommununi í dag 1. oktober. Eisini verður skráin lýst í sosialinum hetta vikuskiftið umframt at hon eisini kemur í hvørt hús í Føroyum í komandi mikudagssosiali.

Tilmeldingin er galdandi tá skeiðgjaldið er flutt á konto 9865-9933284. Viðmerkið tykkara navn og skeiðsnummarið

G.G. Um fleiri enn 8 tilmeldingar til eitt skeið, er undirtøkan í lagi og so byrja vit.

Vælkomin og gott kvøldskúlaár 🙂

Fuglafjarðar Kvøldskúli 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar Kvøldskúli 2020-21 plakat