07.06.2017

Vælkomin á Mentanardagar 31. aug. – 3. sept. 2017

Í ár verða mentanardagarnir frá hóskvøldinum 31. august til og við sunnudagin 3. september.

Aftur í ár arbeiða vit við tilfeingismentan, sum yvirskipað hugtak. Vit seta eygað á siðbundin sjónarhorn og byggja brýr í millum tað kreativa samfelagið, tí lærandi vinnuna og framskygdan ungdóm. Vit taka fastar tættir upp aftur, men knýta eisini í nýggjar samanhangir og hava millum annað sett okkum fyri, at tríva í nakað av tí, sum áhugaverda norðurlendska ráki ber við sær í løtuni – t.d. innan mat og tónleik.

Í løtuni verður arbeitt við skránni, og vilja vit eins og undanfarin ár ógvuliga fegin frætta frá øllum tykkum um góð hugskot og innsløg til dagarnar - einstaklingar, felagskapir, stovnar, grannaløg, virkir ja, øll 🙂

Latið okkum frætta!

mentanardagar@fuglafjordur.fo ella ringið 238010

Fuglafjarðar Kommuna