21.09.2021

Væleydnað vinnukvøld í Mentanarhúsinum

Fuglafjarðar kommuna skipaði fríggjakvøldið 17. september í ár fyri tiltakið, har nakrir av stóru vinnuaktørunum í kommununi løgdu fram tær verkætlanir, ið fyritøkurnar eru í holt við at menna. Fyritøkurnar, ið løgdu fram vóru Petur Larsen, Framherji og Havsbrún. Talan er um rættiliga forkunnugar og áhugaverdar verkætlanir, sum hesar fyritøkur arbeiða við.

Tað var Vinnu- og havnanevndin hjá Fuglafjarðar býráð, sum toghelt fyri tiltakinum. Formaðurin í nevndini, Magni Jøkladal, hevði eisini eina støðulýsing av virkseminum í kommununi.

Høvuðsendamálið við tiltakinum var at sameina kommunu og vinnu enn meira við virðing fyri funktióninum hjá hvørjum øðrum; at kommunan skal skapa góðar karmar fyri ein felagsskap av fólki og samtíðis er ein almennur myndugleiki; og har vinnan er privat og marknaðargrundað fyritaksemi við tí endamáli, at skapa virðir, arbeiðspláss og fíggjarligt yvirskot til nýíløgur og til eigarar av fyritøkunum.

Fitt av fólki var og lýddi á í sambandi við vinnukvøldið, ið ætlanin er at hava sum eitt afturvendandi tiltak