Sjálvt arbeiðið
Talan er um eina útstykking til sethús á Kambsdali.
Upprunaliga var ætlanin at útstykkja 16 vanlig grundstykkir, men avgjørt varð at gera 8 grundstykkir í fyrsta umfari.
Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión millum 7 arbeiðstakarar 8. januar 2019, og átti JHR Entreprenørar Sp/f lægsta boð, og varð sáttmáli undirskrivaður 27. februar 2019.
Grundstykkini eru á leið 500 fermerar til víddar. Grundstykkini eru grovplaneraði íroknað tekniskar leiðingar.
Tíðarætlan
Arbeiðið byrjaði 15. mars 2019, og avhending var 26. november 2019.
Matrikulering
Umhvørvisstovan er í gongd við at fáa matrikuleru viðurskiftini avgreidd.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri grundøkini er aljóðandi kr. 200.000,-.
Ráðgevi
Teknistovan í Gøtu
Arbeiðstakari
JHR Entreprenørar í Runavík.
Byggiharri
Fuglafjarðar kommuna.
Fuglafjarðar kommuna kann upplýsa, at stórur áhugi er fyri at byggja hús í Fuglafirði.