Sjálvt arbeiðið
Talan er um eina útstykking til sethús á Bøvegi í Fuglafirði. Arbeiðstøkan í sambandi við vegin varð boðin út fyri seg, og var tað arbeiðstakarin Falkon, sum stóð fyri hesum arbeiði afturi í 2014.
Síðani varð sjálv planeringin av grundstykkjunum bjóðað út, og átti JHR Entreprenørar lægsta boðið og fingu arbeiðið.
Upprunaliga var ætlanin at útstykkja 12 vanlig grundstykkir, men hendan ætlanin bleiv seinni broytt til at umfata 9 vanlig grundstykkir og trý dupult grunstykkir.
Verkætlanin varð boðin út sum innboðin lisitatión millum 7 arbeiðstakarar, og átti JHR Entreprenørar Sp/f lægsta boð, og varð sáttmáli undirskrivaður 27. februar 2019.
Vanligu grundstykkini eru á leið 500 fermerar til víddar, og dupult grundstykkini eru 300 fermetrar til víddar. Grundstykkini eru grovplaneraði íroknað tekniskar leiðingar.
Tíðarætlan
Arbeiðið byrjaði 15. mars 2019, og avhending var 26. november 2019.
Matrikulering
Umhvørvisstovan er í gongd við at fáa matrikuleru viðurskiftini viðvíkjandi dupult grundøkjunum avgreidd.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri vanligu grundøkini er aljóðandi kr. 300.000,-, og fyri dupult grundstykkini áljóðandi 150.000,-.
Ráðgevi
Tekniskovan í Gøtu
Arbeiðstakari
JHR Entreprenørar í Runavík.
Byggiharri
Fuglafjarðar kommuna.
Fuglafjarðar kommuna kann upplýsa, at stórur áhugi er fyri at byggja hús í Fuglafirði.